Biðja um størri játtan til filmsafturbering

Biðja um størri játtan til filmsafturbering
Ein ítøkilig filmsverkætlan hevur við sær arbeiði í Føroyum fyri 6,3 milliónir kr. Endurgjaldið úr landskassanum er ein fjórðingur, 1,6 milliónir.
Ætlanin er at taka filmin upp í mai-juni í Suðuroynni, og hann verður liðugur í desember í ár. (Savnsmynd)
 
09.03.2023 - 08:46

Uttanríkis- og vinnumálaráðið biður fíggjarnevndina hjá løgtinginum hækka játtanina til filmsafturbering upp í 1,6 mió. kr.

Nú er hon 200.000 kr.

200.000 kr. eru ikki nóg nógv til endurgjald til filmsverkætlanir í ár, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Ein ítøkilig filmsverkætlan hevur við sær arbeiði í Føroyum fyri 6,3 mió. kr. 

Endurgjaldið úr landskassanum er ein fjórðingur, 1,6 milliónir.

 

Tilsøgn komin um 7,8 mió. kr.

Filmurin hevur fingið tilsøgn um 7,8 mió. kr. frá Det Danske Filmsinstitut. Tilsøgnin er tó treytað av afturbering úr Føroyum.

Ætlanin er at taka filmin upp í mai-juni í Suðuroynni, og hann verður liðugur í desember í ár.

Útgjald fyri afturbering verður í fyrsta lagi í august ella september, tá ið roknskapurin hjá filminum er grannskoðaður.

Vónirnar eru góðar um altjóða frumsýning á Berlin í 2024, tí filmurin er mentur í samstarvi við filmsstevnuna har, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096