Sí myndirnar: Fótbóltslandsliðið tikið út

Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum byrjar árið og nýggja EM-undankapping við útidysti ímóti Moldova og venjingardysti í Norðurmakedónia. Fyrrapartin setti Håkan Ericson, landsliðsvenjari, nøvn á teir 23 spælararnar, sum manna hópin til hesar báðar dystirnar, sum verða spældir ávikavist 24. og 27. mars.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Håkan Ericson fyrireikar seg til tíðindafundin fyrrapartin. Fyri framman liggur nýggj EM-undankapping, har Føroyar eru í bólki saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova.

Páll Andrasson Klettskarð, sum skeyt fýra mál fyri KÍ ímóti TB í fyrsta umfari, er ein av fýra framherjum á listanum hjá landsliðsvenjaranum hesa ferð.

 - Vælkomin til úttøkuna av føroyska íshokkilandsliðnum, segði Håkan Ericson, sum ikki slapp til Betri-fótbólt um vikuskiftið, tí 2. umfar, alt sum tað var, var útsett vegna kuldan og liggjandi kavan.

Nýggi venjarin hjá føroyska U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, kunngjørdi sín fyrsta hóp í FSF-húsinum. Elsta ungdómslandsliðið savnast til venjingarlegu í Havn 24. til 26. mars. 

Liðskiparin: Viljormur Davidsen, sum nú spælir í HB, umboðaði hópin á tíðindafundinum. Hann gleddi seg til at sleppa aftur í landsliðsblusuna, hóast órógv er í Moldova fyri tíðina av krígnum í grannalandinum, Ukraina.

Hydrering: Maria Ziskason, samskipari av fótbólti við kvinnum hjá Fótbóltssambandinum, er millum annað upptikin av at finna nýggjan landsliðsvenjara til bestu føroysku kvinnurnar, sum í ár skulu spæla Nations League-fótbólt fyri fyrstu ferð.

Hóast skaðar darva føroyska landsliðið illa fyri tíðina, væntar Håkan Ericson ein javnan dyst í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau. Í 2021 fingu Føroyar fýra stig ímóti moldavum í HM-undankapping

Fitt av fólki møtti til ársins fyrstu A-landsliðsúttøku. Her síggjast starvsfólk hjá FSF, sum lurta við andakt.

Eli Hentze, hjálparvenjari, og Magni Mohr, fysiskur venjari, eru lyklapersónar í toyminum hjá Håkani Ericson. Teir spæla stóran leiklut, tá ið landsliðið skal takast út - kanska serliga nú kavin hevur órógva bæði upptakt og landskapping.

Maria Jóhannusardóttir Joensen varð fyri kortum vald í starvsnevndina hjá FSF. Hon er nýggj forkvinna í landsliðsnevndini, sum tekur sær av øllum viðurskiftum í samband við tey mongu landsliðini, sum Fótbóltssambandið varðar av.



So er klárt at fara til arbeiðis.

Føroyski hópurin:

Málverjar
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)

Miðvallarar
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

Framherjar
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Er kopiera