- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2026: Flákra og Krasj víðari í tónleikaligari arvafylgju

Triðja umfar av Sement var eins fjøltáttað og tey bæði undanfarnu umførini, og støðið var eisini høgt.
Í grundini var triðja umfar eitt slag av føroyskari tónleika arvafylgju, tí á pallinum stóðu eitt nú sonur Niels Arge Galán, abbadóttir Simma og sonur Jóannes Andreasen. Og mann kundi blivið við, tí dóttir Eyðun Miðberg var har, sonur Niels Una Dam, og so framvegis.
Kvøldið bjóðaði eisini upp á gleðina við at síggja fólk aftur, ið ein ikki hevur sæð á palli leingi. Á odda fyri Reyn stóð Dávur á Reynatrøð, sum hittaði stórt við VSJ fyri átta árum síðani við eitt nú "Something Magical". Eisini aðrir limir í VSJ spældu við Reyn.
Tróndur Galán, ein av oddamonnunum í Høgg og Slokk, ið er sonur Niels Arge Galán í 200, hevði massar av rokkattitudu við sær á pallin. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Rátt og gott
Kvøldið var eisini ein góð blanding av tí væl skúlaða og tí ráa, har L.A.D.Y. og Flákra borðreiddu við stórum tónlistarligum tilviti og førleikum, meðan Høgg og Slokk og Krasj vóru góð umboð fyri tað ópoleraða og ráa. Reindyrkaði kjallaorkestur.
Flákra var alt annað enn flákrandi, meðan Eija var húðleys erligt.
Tá avtornaði vóru tað flákrandi Krasj og Flákra, ið spældu seg í finaluna.
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, Flákra. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Bodil fekk wild card
Sum siðvenja er, so góvu dómararnir aftur í ár einum luttakar, sum ikki var komin í finaluna, eitt sonevnt wild card.
Ársins wild card fekk sera dugnaliga og inniliga Bodil, ið luttók í øðrum umfari.
Bodil á Boðanesi fekk ársins wild card frá dómarunum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Harvið hava hesi spælt seg í finaluna, sum verður næsta leygarkvøld 24. oktober:
Nettup
Eimyrja
Gaia
Alto
Krasj
Flákra
Bodil






























