Finnlendingar eydnuríkasta fólk sætta árið á rað

Finnlendingar eydnuríkasta fólk sætta árið á rað
Granskarar í USA gera frágreiðingina World Happiness Report, sum er grundað á upplýsingar frá Gallup-kanningum
ST-frágreiðingin, World Happiness Report staðfestir aftur, at finnlendingar eru eydnuríkasta fólk í heiminum. (Savnsmynd)
 
20.03.2023 - 09:24

Sætta árið á rað eru finnlendingar eydnuríkasta fólk í heiminum.

Tað staðfestir ST-frágreiðingin World Happiness Report, sum er almannakunngjørd í dag.

Føroyar eru ikki á listanum, men Danmark er, og er nummar tvey. Tað er betri enn í fjør, tá ið Danmark lá á triðjaplássi.

ST hevur í frágreiðingini m.a. kannað, hvussu koronufarsóttin ávirkaði vælveruna hjá fólkinum. 

Granskarar í USA gera frágreiðingina World Happiness Report, sum grundað á upplýsingar frá Gallup-kanningum.

Eftir Finnland og Danmark koma Ísland, Ísrael, Holland, Svøríki, Noreg, Sveis, Luksemburg og New Zealand.

Afganistan og Libanon eru aftur í ár niðast á listanum, sambært ST-frágreiðingini.

Meira kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058