Medvedev ávarar ímóti at handtaka Putin

Medvedev ávarar ímóti at handtaka Putin
Fyrrverandi russiski forsætisráðharrin sigur, at russisk skip í Norðsjónum kunnu skjóta rakettir eftir dómstólinum i Haag
Dmitri Medvedev, fyrrverandi forsætisráðharri í Russlandi, er nú næstformaður í russiska trygdarráðnum.
 
20.03.2023 - 11:33

Fyrrverandi russiski forsetin og forsætisráðharrin, og næstformaður í russiska trygdarráðnum, Dmitri Medvedev, svarar aftur, nú altjóða revsidómstólurin í Haag í Hollandi hevur givið boð um at handtaka russiska forsetan,Vladimir Putin. 

Á miðlinum Telegram sigur næstformaðurin í russiska trygdarráðnum, at tað ber til at fremja rakettálop á dómstólin í Haag við hybersoniskum rakettum frá russiskum skipum í Norðsjónum.

- Hatta er bara ein vánaligur altjóða felagsskapur. Dómararnir mugu fylgja væl við á himmalinum, sigur Medvedev, sum er ein av trúgvastu stuðlunum hjá Putin.

Hann setur hóttanina fram, eftir at altjóða revsidómstólurin fríggjadagin gav boð um at handtaka Vladimir Putin.

 

Ukrainsk børn burturflutt

ICC ákærir Putin fyri at hava ábyrgd fyri krígsbrotsverkum í Ukraina í sambandi við, at ukrainsk børn eru burturflutt og umskúlað í Russlandi.

Holland er limur í Nato-verjusamgonguni, sum var stovnað í 1949. 

Álop á Haag hevði tí flutt Russland í opið kríggj við Nato. Og tað ger, at sera lítil sannlíkindi eru fyri russiskum álopi á dómstólin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058