Landsgrannskoðanin næstan liðug at kanna H-bygningin

Landsgrannskoðanin næstan liðug at kanna H-bygningin
Landsgrannskoðanin leggur síðstu hond á stóra kanning av fíggjarligu stýringini, árini meðan H-bygningurin hevur verið í gongd. Kanningin verður væntandi liðug eftir páskir.
Beinta Dam, landsgrannskoðari
 
21.03.2023 - 19:45

Tá løgtingið í mai í fjør játtaði 67 milliónir krónur afturat til H-bygningin, fóru politikarar av álvara at ilskast - hetta byrjaði at lukta dekan ov nógv av somu byggigølu sum Glasir.

Løgtingsgrannskoðararnir bóðu tí landsgrannskoðanina um eina frágreiðing.

- Vit ynskja eina líknandi kanning, sum Landsgrannskoðanin gjørdi av Glasi, segði Jacob Vestergaard, táverandi fomaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, við útvarpið 4. mai í fjør.

Niðurstøðan í frágreiðingini um Glasir, sum varð almannakunngjørd í apríl 2019, staðfesti millum annað, at fíggjarstýringin hjá Landsverki var ikki í lagi.

 

 

Stovnurin hevði eina rullandi meirnýtslu á Glasi í fleiri ár, uttan at hetta sást í landsroknskapinum. Og eftirlitið hjá aðalráðunum omanfyri - táverandi Samferðslumálaráðið og Mentamálaráðið - var heldur ikki í lagi. 

Nú leggur Beinta Dam síðstu hond á eina nýggja frágreiðing - hesaferð um H-bygningin.

Arbeiðssetningurin til Landsgrannskoðanina var at kanna:

  • Útreiðslugongdina, herundir hvussu útreiðslurnar samsvara við fíggjarligu heimildirnar í verklagslógum og fíggjarlógum.
  • Ábyrgdar- og myndugleikabýti, roknskaparviðurskiftini og mannagongdir hjá Landsverki, so sum skrásetingarmannagongdir, nær kostnaðir verða skrásettir í landsroknskapinum og hvussu fylgt verður við útreiðslunum frá disponering til landsroknskap.
  • Á hvønn hátt Heilsumálaráðið, Landssjúkrahúsið, Landsverk og Fíggjarmálaráðið hava verið við í málinum/verkætlanini, og hvørji eftirlit ráðini hava havt við verkætlanini.

Beinta Dam roknar við, at frágreiðingin verður latin løgtingsgrannskoðarunum - og harvið almenninginum - beint eftir páskir. Fyrr enn tá vil hon ikki greiða frá innihaldinum í frágreiðingini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096