Á Breddanum: Føroyar og flóttafólk

Á Breddanum: Føroyar og flóttafólk
Kjak verður millum samgongulimir og andstøðulimir í rættarnevndini um málið
Hesi eru limir í løgtingsins rættarnevnd, og tey fara at kjakast um Føroyar og flóttafólk í Breddanum fyrrapartin.
 
22.03.2023 - 08:26

Spurningurin, um vit í Føroyum skulu taka móti flóttafólki, gjørdist enn eina ferð aktuellur, tá Russland leyp á Ukraina - og kríggj var aftur í Evropa. 

Fyri fyrstu ferð var politiska skipanin á einum máli um at taka ímóti flóttafólkum.

Men skulu vit bara taka ímóti ávísum flóttafólkum, ella skulu Føroyar eisini lata dyrnar upp fyri flóttafólki úr øðrum londum?

Vit tosa við umboð fyri Reyða Kross, og síðst í sendingini verður politiskt kjak millum limir í samgongu og andstøðu í rættarnevndini.

Tey eru Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096