Myndareportasja: NATO-herskip á vitjan

 "Tað er ein heiður at sleppa at vitja tykkara oyggjar. Nógv av okkum hava ongantíð vitjað her áður, og tí er tað spennandi fyri okkum. " 

Tað staðfestir 42 ára gamli norðmaðurin Ole Torstein Sjo, kommandørkapteynur, ið er ovasti fyri NATO-herflotafylginum, sum í løtuni vitjar í Føroyum.

Í dag hevði Ole Torstein Sjo boðið føroyskum fjølmiðlum umborð á norska minusóparan HNoMS Otra, sum er eitt seks NATO-herskipum, ið liggjan við bryggju í Havn. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen 

Tey seks skipini eru norska fregattin HNoMS Nordkapp, ið er flaggskipið, og so minusópararnir ENS Sakala úr Estlandi, FGS Rottweil úr Týsklandi, HNLMS Schiedam úr Hollandi, BNS Bellis úr Belgia og so norski HNoMS Otra.

Blíðskapurin var stórur umborð á Otra, hóast alvápnaðir matrósar stóðu á varðhaldi við landgonguna. 

Manningin umborð á Otra telur um 40, harav eru sjey kvinnur. Kvinnur hava eisini herskyldu í Noreg.  

Samanlagt eru um 200 fólk við teimum seks herskipunum. 

At sleppa at vitja fremmand lond er ein av høvuðsorsøkunum til, at ung fólk velja at blíva partur av sjóverjuni. Tí fegnaðust heryvirmenninir umborð á Otra um vitjanina í Føroyum. 

"Eg eri sjálvur úr Hammerfest í Norðurnorra, og landslagið og byggimynstrið her hjá tykkum minnir nógv um tað í Hammerfest," heldur Kåre Schiøtz, orlogskapteynur og skipari, ið her sæst til høgru á myndini. 

Ole Torstein Sjo, herflotaovasti, lat tó onga iva vera um, at russiska innrásin í Ukraina eisini er ein orsøk til, at hansara herflotafylgi er í Føroyum. 

"Okkara uppgáva er bæði vera til staðar og vissa fólki í NATO-økinum um, at tey kunnu kenna seg trygg, tí vit eru her. Men vit eru eisini her fyri at ræða møguligar fíggindar frá at koma inn í økið."

Umboðini fyri føroysku fjølmiðlarnar vera víst runt í serbygda minusóparanum, ið bæði er ein tvíkilja, men eisini eitt luftpútufar (hovercraft). Minusóparar skulu stinga minst møguligt niður í sjógvin, og teir skulu eisini vera so friðarligir sum yvirhøvur gjørligt, meðan teir sópa minur. 

Í messuni hjá yvirmonnunum. Minusóparin Otra er úr Alta-flokkinum, ið vórðu níggju minusóparar, sum vórðu bygdir á Kværner Mandal-skipasmiðjuni í Noreg í 1996 og 1997. 

Minur eru rættiliga bíligar at framleiða og seta út í havið, men tað er sera kostnaðarmikið og vandamikið at rudda tær burtur aftur. Vatnsúlurnar frá brestinum kunnu vera upp til 60 metrar høgar, og tá er vert at nevna, at sjálv minan tá kann hava ligið á 30 metra dýpi. 

Yvirmenninir umborð á Otra sita væl, meðan teir skaffa. Smáu prýðisdiskarnir á veggunum siga søguna um, hvørjar havnir Otra hevur vitjað, og hvørjum øðrum herskipum, minusóparnir hevur verið í fylgi við. 

Hans Petter Leines, ið er loytnantur, er vápnatekniskur yvirmaður umborð á HNoMS Otra. 

Norska kongafamilja heldur eitt vakið eyga við norsku sjófólkunum. 

Eirik Østby, loytnantur, er atgerðaryvirmaður umborð á Otra. 

Messan hjá matrósunum. 

Matrósarnir fáa eina fyrikunning um, hvat teir skulu. 

Matrósarnir eru blaðung fólk, ið antin eru í herskyldu ella eru sjálvboðin. Tað er gravgangur at sleppa við norska herflotanum. 

Otra er á tremur við útgerð av alskyns slagi, so tað skulu nógv fólk til at reka minusóparan. 

Plássið er sera avmarkað umborð á Otra. Hans Petter Leines, loytnantur, fegnaðist tó um, at hann, sum yvirmaður, bara skal deila kamar við einum øðrum yvirmanni. Tað er tað reina luksus, sigur hann skemtandi. 

Matrósarnir eru seks í hvørjum kamari. 

Sjey kvinnur eru partur av manningini umborð á Otra. 

Plássið hjá matrósunum er lítið, og tað krevur disiplin at búgva so tætt, ásanna teir. 

Úti á dekkinum. 

"Mia" kallast fjarstýrdu undirvatnsdronurnar, ið manningin umborð á Otra brúka til at finna og spreingja minur við. 

Talan er um sera kostnaðarmikla útgerð, so hon skal brúkast við skynsemi. Spreingevni er í einari "Miu", og tað verður skotið frameftir og inn í minuna, fyri at sleppa inn til minukjarnina. 

Herovastarnir á veg í land og út í Tinganes at heilsa upp á løgmann. 

Er kopiera