TARAS vann “Ungt Virki 2023”

TARAS vann “Ungt Virki 2023”
Tað var ein verkætlan, ið tekur støði í burðardyggari framleiðslu av stívilsi úr føroyskum tara, ið vann ársins íverksetarakapping.
 
25.03.2023 - 11:47

TARAS, sum eru fýra næmingar úr Tekniska Skúla í Klaksvík, vunnu ársins útgávu av íverksetarakappingini, “Ungt Virki”, sum var á Miðnámi á Kambsdali í gjár.

Olaf á Grønastøð, Kári Johannessen, Rói Reinert Hansen og Silas Gaard manna TARAS, ið vann høvuðsvinningin, sum var 5.000 krónur.

Tí skulu teir fýra eisini umboða Føroyar í stóra finaluumfarinum í Kjøpinhavn mikudagin 26. apríl, tá ið 42 tey bestu íverksetaraliðini í ríkinum fara at kappast.

Stívilsi úr tara
TARAS vann við eini verkætlan, ið tekur støði í burðardyggari framleiðslu av stívilsi úr føroyskum tara, millum annað til fóðurframleiðslu til føroysku alivinnuna.

Nummar tvey gjørdist bólkurin, BEHR frá Glasi, sum framleiðir smáar stílfullar mótataskur úr endurnýttum súkkluslangum.

Og nummar trý gjørdist bólkurin, Kloddi á Glasi, sum framleiða ullklæddar puffar úr gomlum bildekkum og endurnýttum føroyskum troyggjum.

Níggju dómararnir úr føroyska vinnulívinum mettu um tilsamans 16 verkætlanir hjá 54 næmingum úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi, sum kappaðust í “Ungt Virki”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358