Svenska stjórnin: Matvøruprísirnir skulu lækka

Svenska stjórnin: Matvøruprísirnir skulu lækka
Stóru handilsketurnar hava longu tikið áheitanina frá fíggjarmálaráðharranum til eftirtektar
Elisabeth Svantesson, fíggjarmálaráðharri, hevur givið um at lækka matvøruprísir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.03.2023 - 15:31

Matvøruprísirnir í Svøríki eru hækkaðir so nógv seinastu tíðina, at svenska stjórnin leggur nú uppí.

Svenska kringvarpið, SVT, skrivar, at svenski fíggjarmálaráðharrin, Elisabeth Svantesson, hevur havt fundir við leiðslurnar í ICA, Axfood og Coop, sum eru størstu matvøruhandilsketur í Svøríki. Har hevur hon boðað teimum frá, at príshækkingarnar eru órímiligar, og kunnu ikki góðtakast.  

Hon heitti á leiðslurnar um lækka prísirnar, og boðaði teimum frá, at hon fer at kalla tær á fund aftur um nakrar vikur, har leiðslurnar vónandi kunna siga sær, at tær hava lækkað prísin á neyðugum matvørum.

 

Coop er ein av handilsketunum í Svøríki, sum hevur tikið áheitanina frá svenska fíggjarmálaráðharranum um at lækka prísirnar, til eftirtektar. (Mynd: Coop Svøríki)

 

Fara at lækka prísin

Handilsketan Lidl, sum ikki var við á fundinum við fíggjarmálaráðharran, boðaði í farnu viku frá, at tey fara at fastlæsa ella lækka prísirnar á hundrað vanligum gerandisvørum.

Í dag boðar ICA so frá, at tey lækka prísin á 300 gerandisvørum við millum fimm og 25 prosent. Lækkingin skal hava gildi í minsta lagi næstu tveir mánaðirnar.

Coop hevur fyribils boðað frá, at tey, sum eru limir í handilssamtakinum, fáa eina príslækking upp á 12 prosent fyri grønmeti, frukt og ber.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011