Ungarn góðtekur ikki svenskan Nato-limaskap enn

Ungarn góðtekur ikki svenskan Nato-limaskap enn
Svenska stjórnin hevur verið atfinningarsom móti ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orban
Viktor Orban, forseti í Ungarn.
 
29.03.2023 - 14:35

Ungarn er ikki til reiðar enn at góðtaka svenskan limaskap í NATO.

Tað boðar ein talsmaður hjá ungarsku stjórnini frá, sambært Reuters.

Orsøkin er, at svenska stjórnin hevur verið atfinningarsom um politikkin hjá ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orban.

- Neyðugt er hjá báðum pørtum at flyta seg, sigur talsmaðurin Zoltan Kovacs.

 

Góðkent finskan limaskap

Mánadagin góðkendi Ungarn, at Finnland verður limur í NATO, men við Svøríki er øðrvísi.

- Svensk umboð hava ferð eftir ferð við diplomatiskum miðlum funnist at Ungarn og brúkt sína politisku ávirkan til at skaða Ungarn, sigur talsmaðurin og sipar til, at Svøríki javnan hevur víst á, hvussu Viktor Orban hevur sett landsins lógir til viks tey 13 árini, hann hevur sitið við valdið.

Kovacs vísti eisini á, at Turkaland heldur ikki er so fegið um Svøríki, og at sviar tí noyðast at broyta tónan og gera sítt til at lekja tey sárini, sum eru millum londini.

Turkaland hevur eins og Ungarn boðað frá, at Finnland er vælkomið í NATO, men at Svøríki sum er ikki kann sleppa við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762