Minsta sethúsasølan í tíggju ár

Minsta sethúsasølan í tíggju ár
Bara 271 sethús vóru seld í Føroyum í fjør, tey flestu í stórum bygdum og býum
Í Havn var miðalprísurin fyri sethús í fjør 3,9 mió. kr. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
30.03.2023 - 10:58

271 sethús vóru seld í fjør.

Tað er tað minsta síðstu tíggju árini, skrivar Hagstovan. 

99 hús í lítlum bygdum, 90 í stórum bygdum og býum og 82 sethús í Havn, Hoyvík og á Argjum vóru seld í fjør.

Minsta talið í hesi øldini var í 2009, tá 153 sethús vóru seld. Metárið var 2015, tá 398 sethús vóru seld. 

 

Miðalprísurin 3,9 mió. kr. 

Miðalprísurin fyri eini sethús var nógv størstur í Havn í fjør. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,9 mió. kr.

Miðalprísurin í stórum bygdum og býum var 2,2 mió. kr., og hann var 1,8 mió. kr. í smáum bygdum.

Sethúsaprísirnir eru hækkaðir meira uttan fyri høvuðsstaðin enn í høvuðsstaðnum.

Yvirlitið hjá Hagstovuni umfatar ikki íbúðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887