Oljuprísurin hækkar aftur

Oljuprísurin hækkar aftur
Russland og felagsskapurin OPEC+ hava gjørt av at skerja framleiðsluna meira enn eina millión tunnur um dagin
Skerd oljuframleiðsla hevur við sær, at prísurin hækkar aftur. Hann var 75 dollarar fyri tunnuna í mars, men í morgun er hann komin 83,5 dollarar fyri tunnuna. (Savnsmynd)
 
03.04.2023 - 09:14

Oljuprísurin hækkar óvæntað eftir fráboðan frá Saudiarabia og OPEC+, og sambært greinarum, veksur trýstið á miðbankarnar aftur. 

Saudiarabia og Russland eru vorðin tættari, og víðkaða samtakið fyri oljuframleiðandi lond, OPEC+, hevur avgjørt at skerja oljuframleiðsluna meira enn eina millión tunnur um dagin.

Helvtin av teimum koma úr Saudiarabia, og tað svarar til fimm prosent av framleiðsluni hjá landinum. 

Við tiltakinum vóna londini at hækka oljuprísin aftur, eftir at hann í stigum er lækkaður síðani summar, tá ið oljuprísurin setti met.

 

Hækkaði átta prosent í morgun

Tíðindini um tiltakið bórust í gjár á formligum fundi í bólkinum, og tá ið marknaðurin læt upp í morgun, hækkaði prísurin fyri ráolju átta prosent.

Í løtuni er príshækkingin niðan fyri fimm prosent.

Samstundis boðar Russland frá, at har halda tey fram við at framleiða 500.000 færri tunnur av olju um dagin, skrivar m.a. Financial Times.

Prísurin á olju lækkaði nógv, eftir at bankin Silicon Valley Bank fór av knóranum, og ófriðurin í fíggjarliga geiranum fekk íleggjarar at stúra fyri ov lítlum eftirspurningi. 

 

75 dollarar í mars

Eftir at hava verið uppi á 110 - 120 dollarum fyri tunnuna meginpartin av 2022, lækkaði oljuprísurin stigvíst niður í 75 dollarar fyri tunnuna miðskeiðis í mars.

Í hesi løtu er prísurin 83,5 dollarar fyri tunnuna, og tað er nógv samanborið við seinastu fimm árini, men framvegis lutfalsliga lítið samanborið við 2022.

Niðurskurðurin í framleiðsluni hjá OPEC+ og Russlandi er í størsta mun komin fyri at trýsta prísin upp, eftir tiltøkini móti russiskari olju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045