Fyrsta fartelefonin 50 ár

Fyrsta fartelefonin 50 ár
Tá framleiðslan byrjaði 10 ár seinni, var telefonin rópt "múrsteinurin," tí hon var so tung.
Martin Cooper kollvelti alt fjarskiftisøkið við fyrstu fartelefonini, sum hann ringdi við fyri 50 árum síðani.
 
03.04.2023 - 10:27

Í dag fyri 50 árum síðani var fyrstu ferð ringt við eini fartelefon.

Tað var Martin Cooper, sum ringdi til kappingarneytan 

Fartelefonin var tung - hon vigaði meira enn eitt kilo. 

Tá framleiðslan byrjaði 10 ár seinni, var telefonin rópt "múrsteinurin," tí hon var so tung.

Men telefonin riggaði, og sostatt vunnu Martin Cooper og hin í fyritøkuni Motorola-kappingina um at vera fyrst við eini fartelefon, sum virkaði.

 

Arbeiddu alt samdøgrið

Í tríggjar mánaðir arbeiddi hann saman við starvsfeløgum alt samdøgrið, og síðst í mars mánaði hevði hann gjørt eitt frumsnið.

Ikki var neyðugt, at fyrsta telefonsamrøðan skuldi vara so leingi.

Tí ringdi hann til beinleiðis kappingarneytan, Joel Engel, í felagnum The Bell System, og segði: Joel, tað er Martin Cooper. Eg tosi við teg í hondhildnari fartelefon.

- Tað var tøgn í hinum endanum. Eg haldi, at hann gríslaði tenn, sigur 94 ára gamli Joel Cooper í samrøðu við AFP.

 

Nógv er broytt

Nógv er broytt frá múrsteininum til í dag. 

Cooper sigur, at hann hevði ikki væntað so stóra menning, men hann var ikki í iva um, at tøknin, sum hann saman við øðrum menti, fór at broyta heimin. 

Hann sigur, at fartelefonin hevur stórar møguleikar, og kann brúkast til at kollvelta læring og heilsuskipanir.

Hann hevur tó eisini eitt hjartasuff.

 

Hava mist vitið

- Eg gerist harmur, tá ið eg síggi fólk ganga tvørtur um vegin, meðan tey hyggja í fartelefonina. Tey hava mist vitið.

- Men tá ið fleiri eru yvirkoyrd, finna tey helst út av tí, sigur Martin Cooper á skrivstovu síni í Del Mar í Kalifornia.

- Hetta man fara at laga seg, sigur hann við AFP.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045