Russland styrkir herin við finska markið

Russland styrkir herin við finska markið
Finnland verður 31. limalandið í Nato
Aleksandr Grusjko er russiskur varauttanríkisráðharri.
 
03.04.2023 - 13:50

Russland hevur longu gjørt vart við seg, eftir at Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, fyrr í dag boðaði frá, at Finnland fær limaskap í Nato í morgin.

Russiski varauttanríkisráðharrin, Aleksandr Grusjko, sigur, Russland fer at styrkja herin fram við finska markinum.

- Fara Nato-herdeildir til Finnlands, taka vit neyðug stig at verja russisku trygdina, sigur varauttanríkisráðharrin við tíðindastovuna, Ria Novosti.

Markið millum Russland og Finnland er 1300 kilometrar.

Finnland verður 31. limalandið í Nato. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058