Thule Air verður Pituffik Space

Thule Air verður Pituffik Space
Navnabroytingin verður 70 ár eftir at herstøðin varð bygd
Thule, sum nú skal eita Pituffik.
 
07.04.2023 - 10:52


Thule Air Base í Grønlandi fær eitt nýtt alment heiti.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Herstøðin skal í staðin eita Pituffik Space Base. Tað hava amerikanarar í samstarv við Grønland gjørt av. 

Navnabroytingin verður 70 ár eftir at herstøðin varð bygd, og nú grønlendskur arvur verður fagnaður hesa vikuna á sokallaðu "Greenland Heritage Week".

Avtala millum Danmark og USA

Thule Air Base varð bygd í loyndum í samband við, at Danmark og USA gjørdu nýggja verjuavtalu í 1951, sum varð gjørd í staðin fyri Grønlandstraktatina frá 1941, tá tað bleiv loyvt at seta verjuøki á stovn í Grønlandi.

Um hetta mundi var Grønland enn koloni hjá Danmark, og av tí at pláss skuldi gerast fyri nýggju herstøðini, vórðu 116 fólk flutt av staðnum til bygdina Qaanaaq. 

Tá varð sagt, at fólkini fluttu av egnum fríum vilja, men í 1980'unum bleiv hvassliga funnist at mátanum hetta varð gjørt. 

Í 2003 dømdi Landsrætturin endaliga, at tey 116 fólkini høvdu verið fyri órætti - og tey fingu eisini eina almenna umbering frá danska forsætisráðharranum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762