Uppskot um at strika næstformannin

Uppskot um at strika næstformannin
Nevndin í Bakkafrosti skal ikki hava næstformann ella næstforkvinnu í framtíðini
Rúni M. Hansen er nevndarformaður í Bakkafrosti. Hann hevur verið formaður síðani 2009.
 
09.04.2023 - 12:12

Nevndin í Bakkafrosti skal ikki hava næstformann ella næstforkvinnu.

Á aðalfundinum hjá Bakkafrosti 28. apríl, fer nevndin at mæla til, at orðingin í viðtøkunum, sum sigur, at næstformaðurin verður tilnevndur av nevndini verður strikað.

Nevndin skal bara hava formann, sum aðalfundurin tilnevnir.

Og soleiðis hevur verið, síðani Bakkafrost var skrásett í keypsskálanum í Oslo í mars 2010.

Talan er um norskar reglur um forfólkið.

So fer formaðurin frá millum tveir aðalfundir, tekur næstforfólkið ikki við sum í øðrum feløgum, men nýtt forfólk skal veljast á eykaaðalfundi.

Skal framvegis kunna keypa partabrøv

Valnevndin skjýtur upp, at nevndarlønin í 2023 verður 245.100 kr.

Formaðurin fær tó dupult so nógv, hann fær 490.200 kr. 

Nevndin kundi keypa egin partabrøv.

Men sambært galdandi viðtøkum fór tann heimildin hjá nevndini úr gildi á aðalfundinum í fjør.

Nevndin skjýtur nú upp, at nevndin aftur fær hesa heimild, galdandi til aðalfundin í 2028. 

Sambært galdandi viðtøkum er heimildin avmarkað til, at nevndin í mesta lagi má keypa egin partabrøv svarandi til 10 prosent av partapeninginum í Bakkafrosti. 

Nevndin skjýtur upp, at henda avmarking verður strikað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035