Lønarlyft til lærarar

Lønarlyft til lærarar
- Vit skulu øll hava eitt lyft, sum munar, sigur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, sum í Skúlablaðnum setir spurnartekin við lønarlyftið hjá landsstýrinum
Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, spyr í grein í Skúlablaðnum, um lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar til dømis ikki eisini arbeiða á umsorganarøkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.04.2023 - 08:51

Kommunurnar hava longu gjørt tað.

Og nú eru fakfeløg eisini fara at gera tað, seta spurnartekin við lønarlyftið hjá landsstýrinum.

Landsstýrið ætlar, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsu-hjálparar við ella uttan útbúgving fáa lønarlyft 1.januar næsta ár.

 

Skeiklar lønarmunin

Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, skrivar í Skúlablaðnum um lønarlyftið.

Hann spyr millum annað, um lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar til dømis ikki eisini arbeiða á umsorganarøkinum.

Hann sigur, at lønarlyftið sera skjótt kann skeikla lønarmunin millum fakbólkar.

Og tað er sera óheppið, sigur Bergur Samuelsen í grein sínari í Skúlablaðnum. 

 

Fara eftir so nógvum sum gjørligt

17 fakfeløg standa fyri tørni at fara til samráðingarborðið, millum annað Lærarafelagið.

Hóast landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur sagt, at lønarkarmurin í tvey ár er 7,9 prosent, so vísir Bergur Samuelsen á, at fríur samráðingarrættur er í Føroyum.

Hann sigur, at Lærarafelagið fer eftir so nógvum sum gjørligt.

 

Reallønin minkar

Lat ongan iva vera um tað, sigur hann, nú reallønin minkar støðugt. 

- Vit skulu øll hava eitt lyft, sum munar, so ella so, sigur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum.

1. januar næsta ár, so ætlar landsstýrið, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsu-hjálparar við ella uttan útbúgving fáa lønarlyft.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083