Heimshøvini heitari enn nakrantíð

Heimshøvini heitari enn nakrantíð
Fyrstu vikuna í apríl hava stigini í høvunum ligið yvir 21 stig í miðal, og tað er metheitt.
 
11.04.2023 - 11:04

Heimshøvini hava ongantíð verið so heit, sum um páskirnar í ár. Fyrstu vikuna í apríl hava stigini í høvunum ligið yvir 21 stig í miðal.

Bjørn Samset, sum er veðurlagsgranskari, sigur hetta vera ógvusligt.

Týsdagin 5. apríl var hitin í vatnskorpuni 21,1 stig í miðal í heimshøvunum, vísa tøl hjá NOAA.

Martin Leon, veðurfrøðingur, sigur við El País, at vit nú fara inn í ókent veðurlagsøki, sum ongantíð er sæð áður. Heimsmetið var annars 21,0 stig, tað metið varð sett í mars 2016.

Bjørn Samset sigur, at hetta hevur verið væntað, men tað er hóast tað sera dramatiskt. Tað veit norska kringvarpið at siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541