Støðan er spent undan forsetavalinum í Turkalandi

Støðan er spent undan forsetavalinum í Turkalandi
Tann 14. mai verður forsetaval í Turkalandi, og mett verður, at valúrslitið kann ávirka stórpolitisku og búskaparligu javnvágina millum Russland, USA og Evropa komandi árini.
Recep Tayyip Erdogan hevur verið forseti í Turkalandi síðani 2003.
 
11.04.2023 - 13:22

Støðan í Turkalandi er heldur spent undan forsetavalinum, sum verður 14. mai.

Sagt verður, at talan er um valið millum ein konservativan populist, Recep Tayyip Erdogan, sum kom til valdið fyri 20 árum síðani, og kappingarneytan hjá honum, sosialdemokratin og tann væl umtókta borgarstjóran í Istanbul, Ekrem Imamoglu.

 

Imamoglu stóran stuðul

Hann er dømdur tvey ár og sjey mánaðar fongsul, eftir at hann í kjalarvørrinum av lokalvalinum í Istanbul í 2019 kallaði valnevndina, sum royndi at broyta valúrslitið, fyri nakrar tápulingar. Úrslitið gjørdist tí eitt umval í Istanbul

Dómurin fekk túsundtals turkar at mótmæla framman fyri ráðhúsið í býnum. Ekrem Imamoglu er ein politisk stjørna hjá andstøðuni í Turkalandi.

 

Minkandi stuðul fyri Erdogan

69 ára gamli Erdogan, sum stendur á odda fyri rættvísis- og menningarflokkinum, AKP, ið hann sjálvur grundlegði á Islamistiska Vælferðarflokkin, hevur tó framvegis stóra undirtøku millum turkiska fólkið, hóast hann hevur sitið við valdinum síðani 2003.

Men stuðulin er minkaður seinnu árini eftir búskaparligu kreppuna í Turkalandi og serliga eftir ógvusliga jarðskjálvtan í februar, har forsetin er ákærdur fyri mutur í byggivinnuni og nepotismu í tilbúgvingini.

 

Eitt lagnuval

Á gøtuni í Istanbul droyma tey ungu mótmælisfólkini um, at valið í mai kann gerast ein nýggj byrjan fyri Turkaland, eins og kommunuvalið var tað fyri Imamoglu í Istanbul í 2019. 

Forsetavalið um ein mánaða er tí eitt lagnuval fyri bæði turkar og Erdogan, skrivar Altinget.dk.

Eitt val, sum sambært Washington Post verður mett sum tað mest týdningarmikla valið í heiminum í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804