Jóhanna kláraði oyggjaleikakravið

Jóhanna kláraði oyggjaleikakravið
Atlantic Open var síðsti kjansur at svimja undir kravtíð til Oyggjaleikirnar, men 16 ára gamla Jóhanna Ólavsdóttir helt høvdið kalt, og skal nú umboða Føroyar á Guernsey
17.04.2023 - 18:44

Atlantic Open var síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir, og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag tók av.

16 ára gamli svimjarin úr Fuglafjarðar Svimjifelag rakk málinum longu fríggjakvøldið í 200 metur firvaldsvimjing.

 - Eg var nervøs næstan allan dagin. Í skúlanum var tað einasta, eg hugsaði um, hvørjar tíðir eg skuldi raka, sigur Jóhanna Ólavsdóttir.

Hon hevur svomið mest blandað, men í ár hevur hon lagt seg meir eftir firvaldssvimjing á 200 metra teininum, og nú gleðir hon seg til Oyggjaleikirnará Guernsey, sum byrja 8. juli. 

 - Eg hopi, at tað fer at ganga gott. Eg fari at royna at forbetra meg til 200 firvald og taka nøkur sekund av, sigur Jóhanna Ólavsdóttir.


Sjey hava klárað kravið

Umframt Jóhannu Ólavsdóttir hava Alisa Vestergaard, Eyðrið Mortensen, Vár E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir klára kravtíðina til Guernsey. Hjá monnum eru tað bert Róland Toftum og Bartal E. Eidesgaard, sum hava svomið undir kravtíðina.

 - Tað hevur gingið væl - eg hevði ynskt, at tað gekk eitt lítið sindur betri, so vit høvdið fingið nakrar svimjarar, sum vóru øgiliga nær við, innum sperrumarkið, sigur formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu.

Ein av hesum er Lea Osberg Højsted úr Ægir. Hon setti føroyskt met í 100 metur bringu, men var fimm hundraðpartar frá kravtíðini til Guernsey. 

 - Vil mann vera við í stafettini í fýra ferðir hundrað blandað, so má mann hava ein góðan bringusvimjara við. Tað hava vit hjá monnum, men hjá kvinnum kann tað gott verða, at tað verður viðkomandi, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Starvsnevndin og landsliðsvenjarin fara nú at manna endaliga svimjihópin, og hóskvøldið verður kunngjørt, hvør er við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357