Starvsfólk í Danske Bank ákærd fyri hvítting í Estlandi

Starvsfólk í Danske Bank ákærd fyri hvítting í Estlandi
Hildið verður, at tey seks fólkini hava hvíttað pening fyri meira enn 50 milliardir krónur
Nógvur peningur er hvíttaður í estisku deildini hjá Danske Bank, sigur ríkisákærin í landinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.04.2023 - 09:23

Estiski ríkisákærin hevur ákært seks fólk í deildini hjá Danske Bank í Estlandi fyri at hvítta pening.

Hildið verður, at fólkini hava hvíttað slakar 1,6 milliardir dollarar og 6,1 millión evrur, sum svara til ávikavist 10,9 mia. og 44,7 mia. krónur.

Danske Bank hevur áður gjørt semju og fingið bøtur fyri tað, sum svarar til meira enn 15 milliardir krónur í sambandi við estisku deildina, skrivar Ritzau. 

Danski bankin hevði í fjør 5,1 milliard krónur í halli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058