Øll ullin seld í Føroyum

Øll ullin seld í Føroyum
Miðalprísurin var nógv minni enn Búnaðarstovan hevði ætlað
Øll ullin, sum Búnaðarstovan seldi í fjør, var seld trimum fyritøkum. (Savnsmynd)
 
19.04.2023 - 09:10

Øll ullin, sum Búnaðarstovan seldi í fjør, var seld í Føroyum. Hon var seld trimum fyritøkum.

Men miðalprísurin var nógv minni enn Búnaðarstovan hevði ætlað sær fyri ullina, sigur Dorthea Joensen, sum stendur fyri ullarmóttøkuni og ullarsøluni hjá Búnaðarstovuni.

Í 2021 var størsti parturin av ullini seldur til Onglands.

2022 var sætta árið, Búnaðarstovan tók ímóti ull. Hon tók ímóti 34 tonsum.

 

200.000 kr. á fíggjarlógini

26 tons vóru fyrsti flokkur, fýra tons annar flokkur, og fýra tons vóru koyrd burtur.

Játtanin til ullarmóttøku er 200.000 kr. á fíggjarlógini í ár.

Tað er á leið tað sama sum undanfarin ár, og tað er ov lítið.

Í fjør vóru eisini brúktar 240.000 kr. av játtanini, sum Búnaðarstovan fekk til royndir og ráðgeving.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011