Almannaverkið vil hava Fámara til námsfrøðiligt tilboð

Almannaverkið vil hava Fámara til námsfrøðiligt tilboð
Advokaturin hjá Johan og Rakul Dalsgaard hevur biðið um fund við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, men landsstýrismaðurin vil ikki hava fund
Fríggjadagin ger Fútarætturin úrskurð í málinum, um tey, sum búgva í Fámará, skulu fara haðani
 
16.09.2013 - 07:43

Almannaverkið hevur áhuga fyri Fámara, og spurdi í august Búnaðarstovuna, um til ber at brúka garðin til námsfrøðiligt tilboð. Tað gjørdi Almannaverkið eftir at hava fingið fyrispurning frá Johan og Rakul Dalsgaard, sum hava búð í Fámara síðani í mai 2010.

Men Búnaðarstovan vísti til nýggja festaran í Fámara, Jens Hera Jacobsen í Sumba.

Almannaverkið spurdi 9.august, 22 august varð festibrævið tinglýst, og 3.september svarar Búnaðarstovan Almannaverkinum.

Jens Heri Jacobsen vísir síðani til advokatin hjá sær, Alfred Petersen. Tá Fútarætturin viðgjørdi Fámara fríggjadagin, var ikki eydnast advokatinum hjá fólkunum í Fámara, Thorkild Høyer, at fáa orð á Alfred Petersen, sum hevur verið uttanlands.

Vil ikki hava fund

Thorkild Høyer hevur eisini roynt at fingið fund við landsstýrismannin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, fyri at vita, um til ber at fáa semju í málinum. Men tað bar ikki til, segði Thorkild Høyer í Fútarættinum fríggjadagin. Landsstýrismaðurin vildi ikki hava fund.

Á middegi fríggjadagin fer Fútarætturin at kunngera úrskurðin um kravið hjá Búnaðarstovuni um, at fólk og djór í Famará skulu burtur haðani.

Búnaðarstovan vil hava fólkini út alt fyri eitt. Thorkild Høyer bað í fyrsta umfari Fútarættin um at vísa kravinum hjá Fútarættinum aftur, ella, í øðrum lagi, at málið verður útsett til eftir 23.september. Tá er hoyringarfreistin hjá Fiskimálaráðnum farin.

Kærur um festið

Fiskimálaráðið hevur nakrar kærur um avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata Jákupi Hera Jacobsen festið.

Johan Dalsgaard hevur sagt, at staðfestir Fiskimálaráðið avgerðina um festið - tað er, at Johan Dalsgaard fær ikki festið, so eru hann og hansara fólk til reiðar at flyta úr Fámara.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655