Jens Stoltenberg heldur helst fram

Jens Stoltenberg heldur helst fram
At finna ein nýggjan aðalskrivara, sum er klárur at taka við longu í heyst, verður alsamt minni sannlíkt fyri hvønn dag, sum gongur, sigur ein kelda við NRK.
 
22.04.2023 - 13:01


NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, verður sitandi í sessinum til næsta summar.

Tað siga vælvitandi keldur við norska kringvarpið, NRK.

Áður hevur verið sagt, at Jens Stoltenberg fer at leggja frá sær 1. oktober í ár.

- At finna ein nýggjan aðalskrivara, sum er klárur at taka við longu í heyst, verður alsamt minni sannlíkt fyri hvønn dag, sum gongur, sigur ein kelda við NRK.

Jens Stoltenberg hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at tíð hansara sum NATO-aðalskrivari nærkast endanum, og hann kom ikki við nýggjum upplýsingum, tá ið hann í gjár vitjaði á Ramstein-flogstøðini í Týsklandi.

- Eg havi ongar aðrar ætlanir enn at enda mítt arbeiði í NATO í heyst, sum ætlanin hevur verið, segði hann og vísti á, at hann longu hevur sitið sum aðalskrivari tvær ferðir so leingi sum ætlað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011