Russlandssáttmálin: Danskir politikarar leggja trýst á landsstýrið

Russlandssáttmálin: Danskir politikarar leggja trýst á landsstýrið
Formaðurin í Konservativa flokkinum sigur, at her er ikki talan um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Russland, men uttanríkispolitikk í ríkisfelagsskapinum
Russisku skipini, sum liggja í føroyskum havnum, hava fingið ilt í danskar politikarar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2023 - 08:34

Danskir politikarar leggja nú trýst á føroyska landsstýrið um at gera nakað við støðuna, at fleiri russisk fiskiskip sigla í føroyskum sjógvi og liggja í føroyksum havnum.

Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, kallar tað sambært DR "púra vilt", at støðan er sum hon er, og at tað rennur sær kalt eftir bakinum at frætta, at sivil russisk skip við hernaðarútgerð kunnu sigla innan fyri markið hjá ríkisfelagsskapinum.

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hann heldur ikki, at tað, at Føroyar hava eina fiskiveiðiavtalu við Russland, hevur nakað at siga í hesum høpinum:

 

24042023_Soren_Pape

 

Martin Lidegaard, formaður í Radikala flokkinum, sigur, at vit ikki kunnu liva við hesi støðuni:

 

24042023_Lidegaard

 

Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri, í Tinganesi, tá hann var gestur hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, herfyri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen, sum var á vitjan í Føroyum fyri einari viku síðan, segði soleiðis í 21 Søndag í gjárkvøldið:

 

24042023_Troels_Lund

 

Sí 21 Søndag her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891