Í mai verður Pritzker Virðislønin latin Sir David Chipperfield

Í mai verður Pritzker Virðislønin latin Sir David Chipperfield
Pritzker virðislønin verður latin einum núlivandi arkitekti, sum í sínum verki sameinir talent, visjón og eldhuga, og hvørs úrslit hava týdning fyri mannaættina
 
24.04.2023 - 16:17

Í grundgevingunum fyri at lata Sir David Alan Chipperfield Pritzker Virðislønina, verður millum annað sagt soleiðis:

“Við at fevna tað verandi, og sniðgeva og samskifta við tíð og stað, samstundis sum skaptir verða bygningar, sum kunnu halda bæði fysiskt og mentanarliga, er David Chipperfield kosin at vera hin 52. vinnarin av Pritzker Virðislønini, sum varð sett á stovn í 1979.”

 

Týsdagin 7. mars varð kunngjørt at stóra Pritzker virðislønin verður latin bretska arkitektinum, Sir David Chipperfield, og virðislønin verður handað á einum serligum hátíðarhaldi, sum fer fram í Grikkalandi í mai.

 

Yrkisleiðin

Sir David Alan Chipperfield, ið er føddur í London í 1953, næm sær útbúgving sum arkitektur á the Kingston School of Art. Eftir lokna útbúgving í 1976 helt hann á við lesnaðinum á the Architectural Association School of Architecture í London, har ið hann varð liðugur í 1980. Síðani arbeiddi hann á teknistovunum hjá eitt nú Douglas Stephen, Richard Rogers og Norman Foster, til hann í 1985 setti á stovn sína egnu teknistovu – David Chipperfield Architects, í London, sum seinri varð útbygd við deildum í Berlin, Milano, Shanghai og Santiago de Compostela.

Í fyrstu atløgu varð Chipperfield viðurkendur fyri sítt nærlagni og dugnasemi, tá ið umráddi umvæling og endurbygging av verandi bygningum – og ofta var talan um mentanarstovnar.

Og hetta nærlagni eyðkendi eisini Chipperfield, so hvørt sum virksemið á teknistovuni eisini fór at umfata nýbygging.

 

Ein av sera væleydnaðu verkætlanunum hjá David Chipperfield, er uppíbyggingin av James-Simon-Galerie í týska høvuðsstaðnum Berlin, ið varð tikin í nýtslu í 2018

 

Tað, sum eyðkennir arkitekturin hjá Sir David Chipperfield, er eitt einkult og modernistiskt snið, sum eitt nú tekur støði í burðardygd og virðing fyri funktiónini hjá bygninginum og søguni, har ið bygningurin verður bygdur.

Sagt verður eisini, at arkitektoniska úttrýkkið er varisligt, men samstundis kraftmikið og avdempað, og við einari elegantari tilgongd.

Harumframt leggur Chipperfield seg eftir einum tíðarleysum arkitekturi, har ið rák og móti hava so lítla ávirkan sum gjørligt.

Tvørturímóti sigur David Chipperfield, at hann ikki trýr uppá ein altjóða ella globaliseraðan stíl innan arkitekturin. Hann sigur, at arkitektururin eigur at verað kjølfestir til lendi ella jørðildi, har ið bygt verður. Og í einari samrøðu við “designboom magazine” segði David Chipperfield millum annað:

“Fyri mær tykist tað sera vánaligt, tá ið ein arkitektur er líkasælur og sær burtur frá søguni og mentanini í einum býi, og sigur seg hava “ein altjóða stíl”. Tað er tað so avgjørt ongin intellektuel grundgeving ella rættvísgering fyri at siga. Í roynd og veru svarar tað til at tú sleppur øllum fjølbroytni, tá ið tú ger mat, og ístaðin koyrir allar møguligar ráðvørur í ein blendara og borðreiður tað sum eina proteinríka “shake”.

Hendan meiri romantiska fatanin av ymiskum stílbrigdum og tilgongdum hevur stóran týdning, tí hon hevur nakað at siga fyri fólk – tað gevur meining. Og tá ið tú hinvegin tekur burtur meiningina við tí heila, endar tú við at fáa eina rættuliga keðuliga tilveru.

Arkitekturur skal røra teg og gera nakað við teg – og tað er her at sermerkini ella eyðkennini eru av alstórum týdningi – vit skulu ansa eftir ikki gera ella skapa nakað, ið er onkisigandi.”

 

Tá ið The Hepworth Wakefield savnið skuldi útbyggjast, ímyndaði David Chipperfield sær at bygningurin varð bygdur út í ánnað ella vatnið, samstundis sum byggingin eisini fekk íblástur frá teimum gomlu og sermerktu íðnaðarbygningunum skamt frá.

 


Millum bygningarnar, ið Chippenfield hevur latið úr hondum, er tað virðislønta River and Rowing Museum í Henley-upon-Thames í Oxfordshire í Stórabretlandi, ið lat upp í 1998.

 


Teknistovan hjá David Chipperfield stóð fyri útbyggingini av The Hepworth Wakefield Museum, ið varð tikin í nýtslu í 2011.


The Hepworth Wakefield Museum

 


Enn ein av sera væleydnaðu verkætlanunum hjá David Chipperfield, er uppíbyggingin av James-Simon-Galerie í týska høvuðsstaðnum Berlin, ið varð tikin í nýtslu í 2018.


James-Simon-Galerie


James-Simon-Galerie

 

Høvuðssætið hjá Amorepacific

 


Einar 40 kilometrar norðanfyri japanska býin Osaka, finna vit Inagawa kirkjugarðin, eitt sera harmoniskur kirkjugarður við einum stoyptum kapelli í reydligum sementi, ið er teknað av David Chipperfield.

 

Kirkjugarðurin Inagawa

 

Og fer tú oman á havnalagið í Glasgow, finnur tú enn ein David Chipperfield bygning, nevniliga høvuðssætið hjá BBC í Skotlandi. Og komin á gátt er ongin ivi -  tú missur púra ondina, tá ið tú sær stórslidnu trappuna. 

 

Høvuðssætið hjá BBC í Skotlandi

 

Hoxton Press Buildings í London, sum teknistovan hjá David Chipperfield hevur teknað saman við Karakusevic Carson Architects

 

Hoxton Press Buildings í London

 

Listasavnið Turner Contemporary er í Margate, Kent, og tað lat upp í 2011

 

Chipperfield er frammanundan heiðraður við fleiri virðislønum
Sum arkitektur hevur Sir David Chipperfield fingið omanfyri 100 altjóða virðislønir fyri sítt dugnasemi og nærlagni, har ið stórur dentur verður lagdur á sosial og umhvørvislig atlit – atlit, ið hava alstóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá almenninginum – og samstundis atlit, ið kanska ikki altíð verða tikin, tá ið myndugleikar seta út í kortið.

Og reportouarið hjá Chippendale er sera umfatanda og fjøltáttað, samstundis sum talan er um bygging hjá bæði tí almenna og tí privata. 

Millum virðislønirnar, ið Chippenfield hevur fingið, er Stirling-virðislønin, sum varð latin hon í 2007 fyri Literaturmuseum der Moderne í Marbach í Baden Württemberg í Týsklandi, og sum lat upp árið fyri – í 2006. Og í 2011 fekk hann Mies van der Rohe-virðislønina fyri umvælingina av Neues Museum í Berlin, ið lat uppaftur í 2009, og sum varð gjørd við stórari virðing fyri upprunabygninginum. Og nú vit eru í Týsklandi: Í 2010 varð tann umfatandi umbyggingin av Museum Folkwang í Essen í Nordrheim-Westfalen, sum Chipperfield hevði staðið fyri, vígd.

Í 2004 varð David Chipperfield kosin Commander of the Order of the British Empire, og í ár varð heimsins mest virda arkitekturvirðisløn  - The Pritzker Prize, latin honum.


Fakta um Pritzker Virðislønina

The Pritzker Architecture Price er ein altjóða virðisløn og bronzumedalja, ið - uttan atlit at tjóðskapi, verður latin einum núlivandi arkitekti, sum í sínum verki sameinir talent, visjón og eldhuga, og hvørs úrslit hava týdning fyri mannaættina og arkitekturin.

Tað var Jay Pritzker, sum ígjøgnum the Hyatt Foundation í USA, tók stig til Pritzker Virðislønina, ið er uppá 100.000 dollarar.

Í tign verður The Pritzker Architecture Prize roknaður sum ein Nobelvirðisløn innan arkitektur, og hon verður handað á einum arkitektoniskum týðandi stað á knøttinum.

Sniðið á bronzumedaljuni vísir til amerikanska arkitektin, Louis Sullivan, og tann oldromerska arkitektin Vitruvius.
  
Pritzker virðislønin varð latin á fyrsta sinni í 1979, og tá var tað amerikanski arkitekturin, Philip Johnson, ið fekk virðislønina.

Millum arkitektarnar, sum annars hava fingið Pritzker Virðislønina, eru Luis Barragán frá Mexico, James Stirling frá Stórabretlandi; I. M. Pei, ið varð føddur í Kina, men búði í USA; Richard Meier, USA; Frank O. Gehry, Kanada og USA; Aldo Rossi, Italia; Robert Venturi, USA; Alvaro Siza, Portugal; Sverre Fehn, Noreg; Renzo Piano, Italia; Norman Foster, Ongland; Rem Koolhaas, Niðurlond; Jørn Utzon, Danmark; Zaha Hadid, ið varð fødd í Irak, men búði í Stórabretlandi; Richard Rogers, ið varð føddur í Italia, men flutti til Stórabretlands; Jean Nouvel, Frakland; Diébédo Francis Kéré, ið er føddur í Burkina Faso, men búsitandi í Týsklandi; og í ár – í 2023, var tað enski arkitekturin, David Chipperfield.

Sigast skal, at atfinningar hava verið ímóti at so fáar kvinnur hava fingið virðislønina. Í 2013 mótmælti felagsskapurin “Woman in Design”, ið eru lesandi á Harward Graduate School of Design, at Denise Scott Brown átti at havt fingið Pritzker virðislønina saman við sínum samstarvsfelaga – Robert Venturi, sum fekk heiðurin í 1991. Og sambært The New York Times setti mótmæli gongd á aftur kjakið um í hvønn mun kvinnur áhaldandi hava verið fyri vanbýti, tá ið talan er um heimsins størstu virðisløn innan arkitektur.

Fyrsta kvinnan, ið varð heiðrað við Pritzker Virðislønini, varð irakiskt fødda Zaha Hadid, ið fekk virðislønina í 2004. Og tilsamans hava 52 arkitektar frá 20 londum fingið Pritzker virðislønina, harav einans seks teirra eru kvinnur.

 

Listasavnið Turner Contemporary í Margate, Kent, er teknað av David Chipperfield

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540