Fara eftir sensatiónini í Eysturríki

Fara eftir sensatiónini í Eysturríki
Hóast ukrainar ansaðu sera væl eftir Hákuni West av Teigum, skoraði vongurin seks ferðir upp á sjey royndir. Nú fara hann og liðfelagarnir eftir sensatiónini í Eysturríki
26.04.2023 - 22:38

Ukrainar ansaðu øgiliga væl eftir føroyska stjørnuvonginum, Hákuni West av Teigum, í høllini á Hálsi í kvøld.

Hóast hetta skjeyt hann seks mál upp á sjey royndir og taldist enn einaferð millum føroysku lyklaleikararnar við sínum ótrúliga neyvleika av høgra vongi.

 - Vit njóta hvørja løtu beint nú, segði hann, men honum so líkt hevur hann longu annað eyga á næsta dysti, sum verður sunnudagin ímóti Eysturríki. Har verður farið eftir sensatiónini.

 - Samstundis vita vit eisini, at vit skulu til Eysturríkis at vita, um vit ikki kunnu fáa minst eitt stig, tí so eru vit meira ella minni tryggjaðir. Nú er fokus á sunnudegnum, har vit skulu royna at vita, um vit onkursvegna kunnu skapa eina sensatión, segði Hákun West av Teigum.

Sí samrøðu við vongin omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342