Forsætisráðharrin: Ný Sæland fer at loysa frá Bretlandi

Forsætisráðharrin: Ný Sæland fer at loysa frá Bretlandi
Viðmerkingin kom bert fáar tímar fyri, at Chris Hipkins fór til Bretlands at verða hjástaddur, tá Charles kongur verður krýndur
Chris Hipkins er forsætisráðharri í Ný Sælandi.
Mynd: Bloomberg  
 
01.05.2023 - 14:40

Stendur tað til nýggjan forsætisráðharran í Ný Sælandi, fer landið at loysa frá bretska kongsvaldinum og gerast lýðveldi.

Chris Hipkins, forsætisráðharri, sigur við AP-tíðindastovuna, at í besta føri fer Ný Sæland við tíðini at gerast sjálvstøðugt land.

Viðmerkingin kom bert fáar tímar fyri, at Hipkins fór til Bretlands at verða hjástaddur, tá Charles kongur verður krýndur.

Ný Sæland hevur sum fyrrverandi bretskt hjáland sjálvstýri, men á pappírinum er Charles kongur ríkisovasti. 

Hipkins ætlar tó ikki at skunda undir, at Ný Sæland gerst sjálvstøðugt, meðan hann er forsætisráðharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011