Føroyskt fíggjareftirlit er ikki uttan váða og kostar nógv

Føroyskt fíggjareftirlit er ikki uttan váða og kostar nógv
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni
Løgmaður sigur, at danska fíggjareftirlitið hevur nú neyvari eftirlit við føroysku peningastovnunum.
 
03.05.2023 - 08:19

Tað er ikki bara sum at siga tað at yvirtaka fíggjareftirlitið.

Tað er ikki uttan váðar, og tað kostar nógv.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.

Hann sigur, at óivað høvdu verið fyrimunir við føroyskum fíggjareftirliti. 

Eftirlitsmyndugleikin hevði ligið nærri peningastovnunum, og starvsfólkini í einum føroyskum fíggjareftirliti høvdu sannlíkt havt betri innlit í tað samfelagið, sum peningastovnarnir virka í. 

 

Sjálvt um Føroyar yvirtóku fíggjareftirlitið, so høvdu vit í stóran mun verið noydd at fylgt júst somu reglum, sum ES, og harvið eisini Danmark, setur í gildi, sigur løgmaður. 

 

Hevur neyvari eftirlit nú

Men danska fíggjareftirlitið hevur nú neyvari eftirlit við føroysku peningastovnunum. Ein yvirtøka hevði kravt nógv starvsfólk við servitan og royndum á eftirlitsøkinum. 

Hetta er kostnaðarmikið.

Og ikki er vist, at tað hevði verið lætt at mannað slíkan stovn á fullgóðan hátt, í øllum førum eftir stuttari tíð, sigur Aksel V. Johannesen. 

 

Missa atgongd til innskjótaragrunnin

Ein yvirtøka merkir eisini, at Føroyar høvdu mist atgongdina til innskjótaragrunnin, sum veitir øllum, sum hava pengar í føroysku peningastovnunum, eina trygd, sum er 750.000 kr.

Ein sera stórur partur av lóggávuni á fíggjarøkinum kemur frá ES-lóggávu, sum umvegis Danmark verður sett í gildi í Føroyum. 

Sjálvt um Føroyar yvirtóku málsøkið, so høvdu vit í stóran mun verið noydd at fylgt júst somu reglum, sum ES, og harvið eisini Danmark, setur í gildi, sigur løgmaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096