Sverri sannførandi í finaluna

Sverri sannførandi í finaluna
Sverri Sandberg Nielsen hevði ongar trupulleikar í World Cup-hálvfinaluni og róði seg sannførandi í finaluna, har hann hittir liðfelagan og kappingarneytan, Bastian Secher
Sverri Sandberg Nielsen skal rógva finalu á World Cup-stevnuni í Zagreb
Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning  
 
06.05.2023 - 11:18

Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær fyrrapartin pláss í finaluni í World Cup-stevnuni, sum er í Zagreb. 

Miðvingurin í einskullaranum róði sannførandi í hálvfinaluni og kom á mál trý sekund frammanfyri Gonzalo Garcia Ferrero úr Spania, sum var næstfremst.

Í hinari hálvfinaluni endaði Bastian Secher, sum eisini umboðar Danmar, á triðja plássi og fekk síðsta finaluplássið.

Teir báðir dystast um danska EM-plássið, og um metast skal út frá hálvfinalunum, hevur føroyingurin betri kort á hondini undan finaluni í morgin.

Sverri Sandberg Nielsen róði nevniliga teir 2000 metrarnar upp á 06.58.66 minuttir, meðan Bastian Secher brúkti 07.03.86 minuttir uppá  teinin.

Bert ein rógvari róði skjótari enn Sverri Sandberg Nielsen í hálvfinalunum. Tað var týskarin, Oliver Ziedler, við tíðini  06.58.40. 

Finalan í M1x-bólkinum verður sunnudagin klokkan 13:11. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254