Samgongan vísir aftur uppskoti um pengar og børn

Samgongan vísir aftur uppskoti um pengar og børn
Broytt barsilsskipan ger somu nyttu, sigur samgongan
Løgtingið skal mikudagin atkvøða, um tey yngstu børnini kunnu vera heima ella á stovni.
 
07.05.2023 - 12:31

Samgongan tekur ikki undir við uppskoti Fólkafloksins um at lata pengarnar fylgja barninum.

Uppskotið er at geva kommununum loyvi til at geva foreldrum pengar, um tey vilja vera heima hjá børnunum til børnini kunnu fara í barnagarð.

Tilboðið verður sostatt galdandi fyri børn í vøggustovualdri.

Lógin um dagstovnar og dagrøkt skal broytast, so pengarnir kunnu fylgja barninum.

Talan verður um sjálvbodna skipan hjá kommununum.

Sambært uppskotinum fáa kommunurnar heimild at áseta upphæddina á veitingini til foreldrini, sum tó í mesta lagi kann vera 70 prosent av ansingarkostnaðinum hjá kommununi. 

Veitingin verður ikki skattskyldug, men eftirløn skal rindast av henni.

Haraftrat skulu foreldrini ikki rinda foreldragjaldið fyri vøggustovupláss, sum í mesta lagi kann vera 30 prosent av tí, sum plássið kostar.

Barsilsskipan í staðin fyri 

Uppskotið hevur verið í Mentanarnevndini.

Har siga nevndarlimirnir hjá samgonguni, at ætlanin er at broyta barsilsskipanina, so hon verður smidligari.

Til skal bera hjá foreldrum at leggja barsilsstíðina til rættis eftir egnum ynski og tørvi.

Hetta gevur sama úrslit sum uppskotið hjá Fólkaflokkinum, sigur meirilutin í Mentananevndini, sum mælir løgtinginum til ikki at samtykkja uppskot Fólkafloksins.

Sambandsflokkurin tekur undir við uppskoti Fólkafloksins.

At lata pengarnar fylga barninum hevur sín uppruna í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin frá 2019.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096