Flyta fólk burtur nærindis kjarnorkuverki

Flyta fólk burtur nærindis kjarnorkuverki
Russland hevur givið boð um at fólk skulu rýma, tí ukrainskt mótálop er í væntu
Hóast reaktorarnir á Zaporizhzhia-kjarnorkuverkinum ikki framleiða streym, so eru teir enn fullir av kjarnorkutilfari, sigur IAEA.
 
08.05.2023 - 15:31

Russiska stjórnin hevur loypt ræðslu á fólk nærindis Zaporizhzhia-kjarnorkuverkinum í Ukraina.

Russland hevur avgjørt at flyta fólk burtur úr býum, sum eru við kjarnorkuverkið, boða ukrainskir myndugleikar frá, sambært bretska kringvarpinum.

Russland hevur boðað fólki í 18 búsetingum í økinum frá, at tey skulu fara úr býnum, nú eitt ukrainskt mótálop er í væntu.

Ivan Fedorov, ukrainskur borgarstjóri í Melitopol, sigur, at bilar í túsundatali koyra úr økinum.

 

Ávara um álvarsligt kjarnorkuóhapp

Kjarnorkueftirlitsstovnurin hjá ST ávarar um, at eitt álvarsligt kjarnorkuóhapp kann henda.

Rafael Grossi, sum er stjóri í altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, segði í sjónvarpstíðindunum hjá BBC, at tað so nógv fólk verða flutt burtur, kann hava við sær, at ógvusligir samanbrestir kunnu verða millum og ukrainska herin.

Hóast reaktorarnir ikki framleiða streym, so eru teir enn fullir av kjarnorkutilfari, segði Grossi.


Færri starvsfólk

Síðani russisku innrásina í februar í fjør, er talið av starvsfólkum á kjarnorkuverkinum støðugt minkað, men IAEA sigur frá leiðsluni á kjarnorkuverkinum, at enn eru nóg nógv starvsfólk at handfara virksemið á tryggan hátt. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011