EUROVISION: Reiley bleiv fagnaður til aðalroyndina

EUROVISION: Reiley bleiv fagnaður til aðalroyndina
Pallsetingin av "Breaking My Heart" riggaði væl, og Reiley bleiv væl fagnaður til stóru aðalroyndina við áhoyrarum í gjárkvøldið. Men er tað nóg mikið til at koma í finaluna?
Í kvøld stígur Rani Petersen úr Havn, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, á Eurovision-tónleikapallin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.05.2023 - 06:40

Seinna hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini í kvøld verður ikki so litrík sum tann fyrra týskvøldið.

Tað gekk sjón fyri søgn í ordiligu aðalroyndini við áhoyrarum í Liverpool Arena í gjárkvøldið. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen, KvF / Ida Marie Odgaard, Ritzau Scanpix


Armenska 'Brunetta' var nú ikki at kimsa at (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Har verður eingin floytuspælandi dvørgur ella kroatiskar dragqueens í seinnu hálvfinaluni. Heldur eingin svensk superstjørna ella finskt cha cha cha.

Hinvegin syngur ein føroyingur, Rani Petersen úr Havn, í seinnu hálvfinaluni, og tað er so ongantíð hent áður í Eurovision-søguni. 

 

Reiley skilir seg burturúr

Fyrsta føroyska íkastið í Eurovision-sangkappingini er so avgjørt eitt av teimum litríku.

Lógvabrestirnir rungaðu eisini aftur við fagnaðarrópum, tá ið pastellitti pallurin hjá Reiley brádliga byrjaði at snara og skifta lit.

Áhoyrararnir vístu eisini Rana Petersen, sum umboðar Danmark, nógvan kærleika, serliga tá ið hann flutti seg frá snarandi pallinum og út eftir stóra pallinum í Liverpool Arena. 

Spurningurin er bara, um tað er nóg mikið til, at Reiley sleppur í finaluna í Eurovision-sangkappingini?

 

Altíð aftanfyri

Eurovision-sangkappingin er sera trupul at meta um, tí eitt er, hvat teir eldhugaðu Eurovision-fjeppararnir, ið gjalda í dýrum dómum fyri at vera til hesa heilt serligu hending kring Evropa, halda.

Nakað annað er, hvat sofabundnu sjónvarpshyggjararnir og nýggju app-ættarliðini kring Evropa og restin av heiminum halda. 

Ofta eru Eurovision-sangirnir ein roynd at koma ájavnt við tónleikarák, ið HAVA verið ráðandi í heiminum, men tað riggar ongantíð, tí sangirnir ljóða altíð ómodernaðir. 

Sera sjáldan raka Eurovision-sangir og tónleikarar ordiliga blett og blíva hitt í tónlistarliga meginstreyminum.

Italski rokkbólkurin við danska navninum Måneskin kláraði tað í 2021 við vinnarasanginum "Zitti e buoni". Síðani er Måneskin blivin ein av kendastu rokkbólkum í heiminum. 

"Snap" hjá Rosu Línn úr Armenia, ið endaði nummar 20 í Eurovision-finaluni í fjør, hevur síðani hertikið tónleikaheimin umvegis TikTok, sum í løtuni er spældur fleiri enn 600 milliónir ferðir á Spotify. 

 

Reiley er frá 2023

Í sínari sera gløggu og væl skrivaðu gjøgnumgongd av 14 teimum frægastu sangunum í ársins Eurovision-sangkappingini, skrivar Ben Beaumont-Thomas frá enska blaðnum The Guardian júst hetta, at Eurvision ofta er aftanfyri.

Men á hesum økinum skilir Reiley seg burtur úr rúgvuni, heldur enski tíðindamaðurin. 

"Reiley er ein av luttakarunum, ið veruliga virkar, sum hann er frá 2023. Sangurin hansara nápar skammleyst frá "I'm So Tired" hjá Lauv og Troye Sivan, meðan effektirnar á sanginum ljóða sum okkurt frá bólkinum Francis and the Lights. Men hansara deiligi falsett-sangur og tvíkyndi vakurleiki ger, at mann ber yvir við stuldrinum, og tað fer at tiltala tey ungu, ið fara at atkvøða fyri honum."

 

Pallsetingin riggar væl

Tað fer at ríða um snarið hjá Reiley, um tað fer at eydnast honum at koma í Eurovision-finaluna, sambært bæði veddingarfyritøkunum og Eurovision-serfrøðingunum. 

Donsku Morten Madsen og Carsten Helming Nielsen, ið reka heimasíðuna EuroSong.dkhava dekkað Eurovision-sangkappingina seinastu 20 árini, og teir ivast. 

"Vit vóna veruliga, at Reiley megnar at syngja seg sjálvan, Danmark og Føroyar í finaluna, men vit eru samdir við veddingarfyritøkurnar um, at tað verður javnt. Okkum dámar væl, at tað hendir okkurt á pallinum, og tað ger tað hjá Reiley. Hugskotini til pallsetingina av sanginum halda vit rigga, men sang-tekniskt er tað eitt sindur trilvandi, og har skal tað vera betri í sjálvari hálvfinaluni," halda teir báðir.

 

Reiley kemur ikki í finaluna

Veddingarfyritøkurnar vænta í løtuni ikki, at Reiley og "Breaking My Heart" koma í Eurovision-finaluna.

Reiley verður spáddur at enda nummar 11 av luttakarunum í seinnu hálvfinaluni í kvøld, har tíggju teir bestu koma í finaluna. 

Hvussu eftirfarandi tað er, er eisini ilt at siga.

Givið er, at eysturríkski "Who The Hell Is Edgar?" hjá Teya & Salena kemur víðari. Tað gav framførslan í ordiligu aðalroyndini í gjárkvøldið greiðar ábendingar um. 

Avstralski pro-rokkbólkurin Voyager sær eisini út sum ein tryggur finaluluttakari við sanginum "Promise". 

Eisini belgiski Gustaph og hansara "Because of You" bleiv stórliga fagnaður í Liverpool Arena í gjárkvøldið. 

Dreingjabólkurin Joker Out úr Slovenia sær út til at fara at røkka finaluni við "Carpe Diem". 

Men tá ið tað er sagt, so byrjar tað at blíva eitt sindur trupult at taka dagar millum sangirnar í seinnu hálvfinaluni. 

Veddingarfyritøkurnar vænta ikki, at íslendski GirlPower-sangurin hjá Diljá, sum bara eitur "Power", kemur í finaluna. Men út frá móttøkuni, ið sangurin fekk til aðalroyndina í gjárkvøldið, so er Diljá væl umtókt millum Eurovision-fjeppararnar.

Men móttøkan í sjálvum salinum kann vera misvísandi, tí írski sangurin "We Are One" hjá Wild Youth varð týskvøldið sera væl fagnaður, men hann kom ikki í finaluna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982