- Tíðindi, mentan og ítróttur
O, móðurlandið!: "Best man vera, sum er"
Føroyska landsstýrið fær sum vátan vøttin á fyrsta fullveldisfundinum við donsku stjórnina í Keypmannahavn í mars 2000. Danska stjórnin leggur nú meinbogar í vegin fyri føroysku ætlanunum.
Skiftistíðin skal vera so stutt, at føroyingar fara at himprast at atkvøða fyri fullveldisætlanini á einari fólkaatkvøðu.
Landsstýrið og danska stjórnin samráðast við jøvnum millumbili, men langt er millum partarnar. Fýra fundir eru í alt í 2000 - allir í Keypmannahavn. Eingin semja fæst, og til endans slitnar.
Nú stendur á í fullveldissamgonguni. Ósemja er innanhýsis um kósina. Tað tekur at losna millum stóru flokkarnar í samgonguni - Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Annar sýtir at víkja frá upprunaligu stevnuni, hin talar fyri eini hóvligari kós. Tað stendur til at bresta, men til endans ganga teir saman aftur.
Neyðsemjan ber í sær, at farast skal undir eina skipaða yvirtøkuætlan - heimastýrislógin skal tømast.
Men brátt taka onnur, myrk skýggj seg upp á luftini, og nú býðist ikki bøtur hjá fullveldissamgonguni. Føgru hugsjónirnar um einar frælsar Føroyar syndrast so líðandi. Og tá ið danska kongshúsið í 2005 vitjar í Føroyum, er alt aftur, sum tað plagdi at vera.
Niðurstøðan hjá føroyingum tykist vera sum hjá Rasmusi Effersøe í 1895: best man vera, sum er.
Best man vera, sum er
Hóskvøldið senda vit fimta partin í sendirøðini O, móðurlandið!.
Sendingin verður í sjónvarpinum og tøk á heimasíðuni klokkan 20.
Teir fyrstu fýra partarnar sært tú her.