"Málið er at sleppa við í Eurovision"

"Málið er at sleppa við í Eurovision"
"Hetta er ein stór og savnandi hending, søga verður skrivað við Reiley. Málið er heilt greitt, at vit skulu sleppa at vera við", sigur stjórin í Kringvarpinum, Ivan Niclasen
Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, er í Liverpool í hesum døgum. Sambært honum er tað eitt gott høvið at kanna møguleikarnar fyri limaskapi í EBU.
11.05.2023 - 18:30

Eisini føroyingar eru savnaðir í Liverpool í hesum døgum. Og millum teirra er stjórin í Kringvarpinum, Ivan Niclasen. 

Sambært honum eigur tað ikki at vera nakað ivamál: Føroyar skulu sleppa við í Eurovision. 

"Tað fremsta málið er at sleppa við í Eurovision Song Contest", sigur hann og leggur afturat, at ferðin til Liverpool er eitt stig á leiðini. 

Men tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa við í stóru sangkappingina. Millum annað er ein treyt, at luttakandi lond eru sjálvstøðug lond. Hetta er ein forðing fyri Føroyar, sum er, men møguliga kann ein loysn finnast kortini, heldur stjórin í Kringvarpinum. 

"Sum vit hava skilt, er Eurovision í fyrstu syftu fyri sjálvstøðug lond. Men nú fara vit at kanna, um vit kanska kunnu fáa eitt slag av atlimaskapi í EBU", sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.

Tað er EBU, sum er eitt samstarv millum public service-stovnar í Evropa, sum skipar fyri stóru sangkappingini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334