Kim Kielsen ætlar aftur at gerast formaður í Siumut

Kim Kielsen ætlar aftur at gerast formaður í Siumut
Kim Kielsen sigur, at hann vil hava uppgerð við óviðkomandi áhugamál, sum gera, at flokkurin ikki fær arbeiðsfrið, skrivar Sermitsiaq
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2023 - 15:30

- Sjálvandi er høgt til loftið, og sjálvandi skal tað vera pláss fyri fjølbroytni, men fokus má vera á ynski og krøv hjá fólkinum. Nú og frameftir. Eg meti, at tíðin er búgvin til at arbeiða málrættað við politikkinum hjá flokkinum, sigur hann við Sermitsiaq. 

Kim Kielsen tapti annars formansvalið fyri Erik Jensen í 2020, tá hann sat sum landsstýrisformaður. Og eitt ár seinni mátti hann leggja frá sær sum landsstýrisformaður, tá Siumut tapti landstingsvalið. 

Á valinum gjørdist hann kortini stóri atkvøðuslúkurin hjá Siumut við 1.800 atkvøðum, sum var 655 meir enn Erik Jensen, sum fáar mánaðir frammanundan hevði koppað hann av formanssessinum.

Fleiri stilla upp

Við grønlendska kringvarpið, KNR, bjóðar Erik Jensen mótvalevninum vælkomnum. 

- Allir tinglimir hjá Siumut hava rætt at stilla upp. Allir limir, sum brenna fyri at fremja arbeiðið hjá Siumut eru vælkomnir, sigur Erik Jensen. 

Sostatt er greitt, at í øllum føri tvey valevnir bjóða seg framm til sessin. Sambært Sermitsiaq verður fólkatingslimurin Aki-Mathilda Høegh-Dam eisini nevnd sum ein møgulig nýggj forkvinna, men enn hevur hon ikki vilja sagt, um hon stillar upp. 

Kim Kielsen var formaður fyri Siumut frá 2014 til 2020. Erik Jensen hevur verið formaður síðstu trý árini. 

Landsfundurin hjá Siumut verður væntandi hildin í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011