Andstøðan vil hava nýtt lógaruppskot um grundvatn

Andstøðan vil hava nýtt lógaruppskot um grundvatn
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið, sum er í tinginum nú
Loyvini, sum SEV hevur til at brúka vatnið, eru latin sambært lógini om Benyttelse af Indsøer og Vandløb frá 1937. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.05.2023 - 08:51

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vilja hava landsstýrismannin í uttanríkismálum og vinnumálum at gera nýtt lógaruppskot um grundvatn.

Eitt uppskot, har øll løgfrøðilig ivamál eru beind burtur.

Og uppskotið skal sendast til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum, siga umboðini hjá teimum báðum flokkunum í vinnunevndini hjá løgtinginum.

 

Ognar- og ræðisrættur

Tey mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, sum nú er í tinginum.

Meirilutin ivast serliga í, um ætlaða lógin ger seg inn á ognar- og ræðisrættin hjá jarðareigarum til vatn, sum rennur inni á teirra matrikli.

Hann sigur eisini, at tey, sum varða av óðalsjørðini og festijørðini ikki eru hoyrd.

 

Lóg frá 1937

Loyvini, sum SEV hevur til at brúka vatnið, eru latin sambært lógini om Benyttelse af Indsøer og Vandløb frá 1937. 

Nú er ivi um, undir hvørja lóg, SEV nú kemur, sigur meirilutin.

Minnilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, tekur undir við lógaruppskotinum.

 

Omanávatn

Lógaruppskotið er ikki um omanávatn.

Men minnilutin vil hava nágreinað, hvat er omanávatn. Tí hevur minnilutin broytingaruppskot, sum sigur, at omanávatn er vatn í áum og vøtnum og tílíkum.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru í tinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928