Samgongan í Tailandi fekk durafjórðingin

Samgongan í Tailandi fekk durafjórðingin
Andstøðuflokkarnir fingu 67 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár, men tað kann verða torført at skipa nýggja samgongu
Pita Limjaroenrat, sum helst verður nýggjur forsætisráðharri í Tailandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.05.2023 - 10:19

Samgongan í Tailandi fekk durafjórðingin á valinum í gjár.

Andstøðuflokkarnir fingu 67 prosent av atkvøðunum, men sambært Reuters kann tað kortini verða torført at skipa samgongu. 

Tað kemst av samráðingarreglum, sum herurin ásetti eftir eitt hernarðarkvett í 2014, har forsætisráðharrin, Prayut Chan-O-Cha, kom til valdið. Hann er fyrrverandi herovasti. 

Flokkurin, ið gjørdist størstur á valinum í gjár, ætlar at fáa forsætisráðharrasessin.

Floksformaðurin, Pita Limjaroenrat,  sigur, at hann hevur havt samband við fimm onnur andstøðuforfólk um at skipa samgongu. 

- Minnilutasamgonga er ikki góðkend av fólkinum í Tailandi meira, sigur hann. 

 Pita Limjaroenrat ávarar eisini ímóti uppílegging av valúrslitinum og biður verandi samgongu virða fólksins rødd, skrivar Reuters. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011