Eitt valumfar aftrat í Turkalandi

Eitt valumfar aftrat í Turkalandi
Nú er greitt, at hvørki av forsetavalevnunum hevur fingið kravdu 50 prosentini av atkvøðunum. Val verður tí aftur 28. mai
Erdogan, forseti, fekk flestar atkvøður á forsetavalinum í gjár, men ikki nóg mikið til, at tað slepst undan einum valumfari aftrat.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.05.2023 - 15:16

Neyðugt verður við einum valumfari aftrat í Turkalandi.

Tað váttar turkiska valnevndin í dag.

Recep Tayyip Erdogan hevur sitið longst sum forseti í Turkalandi, í 20 ár. 

Á valinum í gjár fekk hann 49,51 prosent av atkvøðunum, og Kilicdaroglu í Republikanska flokkinum CHP fekk 44,88 prosent.

Sinan Ogan, limur í nationalistiska flokkinum, fekk fimm prosent av atkvøðunum, og tað var meira enn væntað.

Hann hevur undir valstríðnum sagt, at sýrisk flóttafólk skulu ripast úr landinum, um neyðugt við valdi.

 

Sinan Ogan út tjóðskaparflokkinum fekk fleiri atkvøður enn væntað. (Ritzau Scanpix)

 

 

Tey flestu vilja hava flóttafólkini heimaftur

Fýra milliónir flóttafólk úr Sýria búgva í Turkalandi. 

Ein umstrídd avtala millum ES og Turkaland í 2016, har Turkaland fekk fleiri milliardir evrur afturfyri at landið steðgaði streyminum av flóttafólkum og migrantum til Evropa, hevur gjørt, at fleiri sýrar búgva í landinum.

Ein kanning frá 2019 vísir, at umleið 80 prosent av turkum vilja hava sýrar at fara heimaftur.

Nú tað er greitt, at eitt valumfar verður aftrat, kann Sinan Ogan mæla sínum veljarum til annaðhvørt at velja Erdogan ella Kilicdaroglu. 

Fyri at vera valdur til forseta í Turkalandi skal undirtøkan vera í minsta lagi 50 prosent.

Annað valumfar verður 28. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011