Avgreiða málini um starvsheiti, veiðigjald og tøkugjald í dag

Avgreiða málini um starvsheiti, veiðigjald og tøkugjald í dag
Tingfundurin verður tann seinasti fyribils, men fundur verður aftur fyri ólavsøku, tí nøkur mál er eftir at viðgera
Trý mál liggja framvegis í fíggjarnevndini, sum ætlanin er at avgreiða í hesi tingsetuni, og tí verður tingfundur aftur fyri ólavsøku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2023 - 08:28

Fimm mál skulu avgreiðast endaliga á tingfundinum í dag kl.10.00.

Tey eru lógaruppskotini um starvsheitini í løgtingi og landsstýri, veiðigjald, tøkugjald og grundvatn.

Løgtingið skal eisini viðgera skrivliga fyrispurningin hjá Liljuni Weihe til ríkisumboðið um føroyskar fangar og varðhaldsfangar í Danmark. Svarið er komið og skal viðgerast á tingfundinum í dag.

Sum skilst verður eingin tingfundur aftur í bræði.

 

Fleiri mál eftir

Men tingfundur verður fyri ólavsøku, tí fíggjarnevndin hevur trý mál eftir.

Tey eru uppskotini um at broyta kapitalvinningsskattalógina, uppskotið um fyrsta byggistig, nú skúlabygningarnir á Frælsinum í Havn skulu umvælast og umbyggjast, og uppskotið til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.  

 

Nevndarfundur í næstu viku

Fíggjarnevndin hevur fund mikudagin í næstu viku. 

Tá eru trý landsstýrisfólk og løgmaður boðsend.   

Landsstýriskvinnan í heilsumálum og Landssjúkrahúsið hava fingið fundarboð, tað hava landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum og Landsverk, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og løgmaður eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096