Ákæruvaldið fer í Landsrættin við máli um blúnisbrot

Ákæruvaldið fer í Landsrættin við máli um blúnisbrot
Ein starvsmaður á eftirskúlanum í Skálavík var í Føroya rætti dømdur treytaða fongsulsrevsing, og hann var vístur av landinum í trý ár
Maðurin var eisini ákærdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við gentu, sum var yngri enn 18 ár. Men hann var eisini fríkendur fyri tað. (Savnsmynd)
 
17.05.2023 - 09:06

Ákæruvaldið ætlar at royna málið um starvsmannin á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík í Landsrættinum.

Dómurin hjá Føroya rætti er skotin inn fyri Eystara landsrætt.

Maðurin fekk í Føroya rætti 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot, og hann var vístur av landinum við forboði móti at koma aftur higar í trý ár.

Hann misti ikki rættin at fáast við fólk, sum eru yngri enn 18 ár, hóast ákæruvaldið kravdi tað.

 

Noktaði seg sekan

Hann var eisini ákærdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við gentu, sum var yngri enn 18 ár. Men hann var eisini fríkendur fyri tað. 

Maðurin, sum er útlendingur, noktaði seg sekan í øllum.

Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, eftir at dómur fall í Føroya rætti, til hann fór av landinum. Men tað vildi Føroya rættur ikki.

Tann úrskurðurin var sendur Landsrættinum, sum ikki hevur svarað enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083