Simultantulkar til føroyingar og grønlendingar

Simultantulkar til føroyingar og grønlendingar
Formansskapurin í fólkatinginum viðger málið 14. juni
Formansskapurin í fólkatinginum fer nú at viðgera spurningin, um føroyingar og grønlendingar í fólkatinginum skulu hava simultantulk.
 
17.05.2023 - 09:57

Ovasta leiðslan í danska Fólkatinginum skal viðgera spurningin, um føroysk og grønlendsk umboð á fólkatingi skulu hava rætt til simultantulk, og um føroyskt og grønlendskt skulu týðast til danskt - og øvugt.

Fundurin verður 14.juni, upplýsir Fólkatingið fyri Ritzau.

Fríggjadagin tosaði grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, grønlendskt, tá ið hon helt røðu í fólkatinginum.

Hetta vakti ans, og eftir orðaskiftið segði Aki-Mathilda Høegh-Dam, at hon við hesum vildi vísa á, at ikki allir grønlendingar skilja danskt.

Við Ritzau hava føroysku umboðini á fólkatingi, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, sagt, at tey ætla sær ikki at tosa føroyskt á fólkatingsins røðarapalli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096