Evroparáðið: Krígsskaðar í Ukraina skulu skrásetast

Evroparáðið: Krígsskaðar í Ukraina skulu skrásetast
Hetta er fyrsta stigið at fáa Russland at gjalda fyri sundurbumbaðar skúlar og íbúðarhús í Ukraina
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á toppfundinum hjá Evroparáðnum í Reykjavík.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.05.2023 - 11:18

Krígsskaðar, sum Russland hevur elvt til í krígnum í Ukraina, skulu nú skrásetast.

Tað hevur Evroparáðið samtykt á toppfundinum í Reykjavík.

Skrásetingin er eitt ítøkiligt stig at fáa Russland at gjalda fyri at byggja sundurbumbaðar skúlar, íbúðarhús og undirstøðukervi í Ukraina uppaftur.

43 av teimum 46 limalondunum í Evroparáðnum hava upplýst, at tey fara at skriva undir yvirlýsingina.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, er millum teirra, sum fara at skriva undir.

- Putin og Russland skulu ábyrgjast fyri krígsbrotsverkini í Ukraina, sigur danski forsætisráðharrin.

Evroparáðið hevur m.a. til endamáls at hava eyguni við fólkaræðinum og rættindum hjá borgarum í Evropa.

Hoyr Hall av Rana, tíðindamann, úr Reykjavík:

 

17052023_Hallur_av_Rana

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011