Nú verða starvsheitini í løgtinginum og landsstýrinum broytt

Nú verða starvsheitini í løgtinginum og landsstýrinum broytt
Nýggju heitini í tingskipanini koma í gildi á ólavsøku
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, og hini í formansskapinum áttu uppskotini um at broyta starvsheitini í løgtinginum og landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2023 - 17:00

Løgtingið samtykti í dag endaliga uppskotini hjá formansskapinum um at broyta starvsheitini í løgtinginum og landsstýrinum.

Talan er um broytingar í stýrisskipanini og í tingskipanini.

Tað merkir, at heitini løgtingsmaður, løgtingskvinna og løgtingsfólk vera javnsett og góðkend at nýta formliga, eins og landsstýriskvinna og landsstýrisfólk verður javnsett við landsstýrismann, løgtingsforkvinna við løgtingsformann, og løgkvinna við løgmann.

Samstundis verða løgtingsfólk og tingfólk sett inn í tingskipanina og stýrisskipanarlógina sum felagsheiti fyri kvinnur og menn, ið sita í løgtinginum. 

Broytingarnar í tingskipanini koma í gildi á ólavsøku, men broytingarnar í stýrisskipanini koma ikki í gildi, fyrr enn nývalt løgting eisini hevur samtykt tær.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17052023_Starvsheiti

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011