15.000 milliardir í norska oljugrunninum

15.000 milliardir í norska oljugrunninum
Síðan 1996 eru norsku oljuinntøkurnar farnar í grunnin, sum í morgun fór upp um 15.000 milliardir norskar krónur
Norski oljugrunnurin er nú komin upp um 15.000 milliardir norskar krónur
 
18.05.2023 - 17:15

Tann sonevndi norski Oljugrunnurin fór í morgun upp um 15.000 milliardir norskar krónur. Tað skrivar NRK í dag.

Tað svarar til meir enn 9.600 milliardir danskar krónur í dagsins kursi. 

Tað merkir eisini, at parturin hjá hvørjum einstøkum norðmanni í grunninum er meir enn 1,7 milliónir krónur í okkara gjaldoyra.

Statens pensjonsfond utland, sum er almenna heitið á Oljugrunninum, fekk sínar fyrstu pengar í 1996, eftir at norska Stórtingið í 1990 samtykti at stovna grunnin fyri tryggja, at stóru inntøkurnar av olju ikki skaptu ójavnvág í norska búskapinum.

Síðan tá eru norsku oljuinntøkurnar settar í grunnin, sum nú er komin upp um 15.000 milliardir norskar krónur. Men hesar inntøkurnar standa tó bert fyri sløkum helminginum av øllum virðinum í grunninum. Størri parturin er komin inn av íløgum í partabrøv, fastogn og grøna orku.

Og sum navnið á grunninum sigur, ger hann bert íløgur uttanlands og ikki í Noregi.

Oljugrunnurin er ein av heimsins størstu grunnum og eigur í nærum 1,5 prosentum av øllum heimsins børsskrásettu fyritøkum, stendur á heimasíðuni hjá grunninum, nbim.no, har ein teljari eisini vísir, hvussu nógvir pengar eru í grunninum júst nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011