Ógegni: Landsrætturin ógildaði dóm í Føroya rætti

Ógegni: Landsrætturin ógildaði dóm í Føroya rætti
Maðurin, sum var dømdur í Føroya rætti, hevði m.a. hótt ein lækna, ið skrivaði psykiatriska frágreiðing um dømda mannin. Tí var læknin ógegnigur
Landsrætturin grundaði sína avgerð á reglur um gegni í rættargangslógini. (Savnsmynd)
 
22.05.2023 - 11:34

Eystari landsrættur hevur ógildað ein dóm hjá Føroya rætti orsakað av inhabiliteti. 

Málið snúði seg um hóttanir móti persóni í almennum starvi.

Tann ákærdi, sum bleiv dømdur í Føroya rætti, hevði í fleiri førum sett hóttanir fram móti millum annað einum lækna. 

Tað serliga við málinum var, at sami lækni hevði skrivað eina psykiatriska frágreiðing við tilmæli um, hvørjar fylgjur skuldu ásetast mótvegis manninum.

Landsrætturin grundaði sína avgerð á reglur um gegni í rættargangslógini. Landsrætturin vísti somuleiðis á reglur í evropeiska mannarættindasáttmálanum og til eina avgerð hjá Hægstarætti, har Hægstirættur hevur úttalað, hvørji atlit eru avgerandi í málum av hesum slagi.

 

Hava tvey endamál

Landsrætturin vísir í síni avgerð á, at reglurnar um gegni í rættargangslógini hava tvey endamál. 

Í fyrra lagi skal vandi ikki vera fyri, at ein avgerð í einum máli verður ávirkað av óviðkomandi atlitum. 

Í øðrum lagi hava reglurnar til endamáls, at partarnir og samfelagið annars ikki skulu ivast í óheftninum hjá teimum, sum medvirka í at avgreiða eitt revsimál.

Av tí at læknin sjálvur var órættaður í málinum, átti hann ikki at havt skrivað frágreiðingina.

Dómurin hjá Føroya rætti bleiv tí settur úr gildi og málið víst aftur til Føroya rætt til nýggja viðgerð.

Dómurin hjá Eystara landsrætti var sagdur 23. mars í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096