Jákup Petur súkklaði undan Kring Føroyar

Jákup Petur súkklaði undan Kring Føroyar
Eingin megnaði at fylgja Jákup Peturi Eliassen í súkklukappingini, Leif Mohr Kring Føroyar. Hann vann allar fimm teinarnar og stóð ovast á sigurspallinum annað árið á rað
Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar
22.05.2023 - 13:27

Tað skuldi spurtur um mállinjuna til, men Jákup Petur Eliassen vann fimta og seinasta tein í Kring Føroyar-súkklukappingini.

Hann vann tískil allar fimm teinarnar og stóð ovast á sigurspallinum annað árið á rað. Hilmar Hansen endaði á 2. plássi - bæði sunnudagin og samanlagt - meðan Andrass Joensen varð nummar trý. 

Fimti teinurin var merktur av nógva mótvindinum úr Tjørnuvík og suður til Havnar, og ilt var hjá álopsfúsu súkklarunum at sleppa undan stóra bólkinum. 

Gunnar Dahl-Olsen hevði hug á 3. plássinum hjá Andrassi Joensen, men útbrot saman við Jákup Petur Eliassen og Hilmari Hansen eydnaðist ikki fyrrenn komið varð til Havnar, og tí gjørdist tíðarmunurin ov lítil.

Súsanna Skylv vann kappingina hjá kvinnum við góðari súkkling. Hon var einsamøll kvinna á onkrum av teinunum, men vísti sínar dygdir - serliga á einkultstartinum fyrsta dagin og á seinasta teinum, tá hon kom á mál hálvan annan minutt eftir vinnaran. 

Topp-fimm, menn:
1. Jákup Petur Eliassen: 8:30:30.6
2. Hilmar Hansen: 8:37:20.0 (+6:49.4)
3. Andrass Joensen: 8:41:52.3 (+11:21.7)
4. Gunnar Dahl-Olsen: 8:42:28.2 (+11:57.6)
5. Bogi Gregersen: 8:48:32.7 (+18:02.1)

Kvinnur: 
1. Súsanna Skylv: 9:11:06.5

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339