Ákærdir fyri grovan harðskap, men dømdir fyri "vanligan" harðskap

Ákærdir fyri grovan harðskap, men dømdir fyri "vanligan" harðskap
Provokatión var orsøkin til harðskapsmál í Klaksvík í juni 2021
Teir seks menninir eru dømdir bæði treytaða fongsulsrevsing og at gera samfelagstænastu.
 
22.05.2023 - 13:39

Provokatión var orsøkin til eitt harðskapsmál í Klaksvík, sum sambært ákæruvaldinum var grovur harðskapur. 

Men Føroya rættur dømdi menninar treytaða fongsulsreving fyri "vanligan" harðskap.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í dómin.

Rokið byrjaði við, at órættaði og tann eini ákærdi bardust.

Tann órættaði og tann ákærdi lógu á vegnum, og tann órættaði hevði tak um hálsin og nakkan á tí ákærda.

Hetta vísa videoupptøkur, stendur í dóminum hjá Føroya rætti.

 

Provokatión elvdi til bardagan

Teir báðir bardust orsakað av provokatiónum. Ikki stendur í dóminum, hvør provokeraði hvønn.

Eitt vitni segði, at tann órættaði fór eftir sær, og tí legði ein annar, sum var ákærdur, uppí.

Sambært ákæruvaldinum var tað ikki serliga grovur harðskapur og heldur ikki harðskapur í felag, tá ein maður bleiv sparkaður og sligin ferð eftir ferð, trampaður í høvdið, og kvørkratak var eisini tikið.

Harðskapurin var í Klaksvík sunnunáttina 27.juni í 2021.

 

Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu

Føroya rættur hevur dømt seks ungar menn, teir eru føddir ávikavist í 2003 og 2004, treytaða fongsulsrevsing.

Ein fekk 30 dagar, fýra fingu 40 dagar og ein fekk 60 dagar.

Teir eru eisini dømdir at gera samfelagstænastu, ein í 40 tímar, fýra í 60 tímar og ein í 80 tímar.

Menninir eru dømdir eftir linari greinini um harðskap í revsilógini, ella fyri "vanligan" harðskap, sum hann verður róptur, hóast teir vóru ákærdir fyri serligan ráan harðskap.

Endurgjaldið, teir seks sambært dóminum skulu lata, er 6.450 kr. Kravið var 66.250 kr. Tað kravið tók Føroya rættur ikki støðu til.

 

Noktaðu seg sekar

Ákæruvaldið kravdi treytaleysa fongsulsrevsing. 

Menninir noktaðu seg sekar.

Rætturin sigur, at hann legði dent á aldurin hjá monnunum og góðu persónligu viðurskifti teirra, tá dómarnir vóru ásettir.

Men tað er tyngjandi, at tann órættaði fyri tað mesta var verjuleysur, og kvørkratakið vardi leingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096