Íbúðir til 500 fólk oman fyri Argjahamar

Íbúðir til 500 fólk oman fyri Argjahamar
Økið er umleið 3.740 fermetrar til støddar, og har skulu byggjast 11 íbúðarbygningar við í mesta lagi fýra hæddum
Lendið oman fyri Argjahamar er flokkað eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur, sigur Tórshavnar kommuna. 
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
22.05.2023 - 18:01

Tórshavnar kommuna lýsir eitt øki oman fyri Argjahamar til sølu til íbúðabygging.

Økið er umleið 3.740 fermetrar til støddar, og har skulu byggjast 11 íbúðarbygningar við í mesta lagi fýra hæddum.

Lendið oman fyri Argjahamar er flokkað eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur, sigur Tórshavnar kommuna. 

Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð.

Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er tilsamans 132.000 ferðmetrar til støddar, og útbodna økið er partur av hesum matrikkli. 

Lendið er oman fyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. 

 

Umboða breiðan málbólk

Økið skal, sambært heildarætlanini hjá kommununi, umboða breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. 

Eisini verður pláss fyri einstaklingavirkjum, smásølu og tænastum innan heilsuøkið.

Partur av lendinum verður boðin út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar. 

Samlaða økið verður skipað í sjey bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking upp á 20 prosent av verandi fólkatalinum á Argjum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Freistin at lata inn tilboð er 8. juni á middegi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096